Kim Simonsen verður givin út í Kina

30.10.2026 | Føroyskar bøkur í útlondum, Tíðindi, Tíðindi frá limum

Tvær bøkur hjá Kim Simonsen á veg inn á kinesiska bókamarknaðin

Tvær bøkur hjá Kim Simonsen eru nú umfataðar av eini avtalu um kinesiska útgávu: Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið frá 2013 og Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum frá 2023.

Týðingarnar verða gjørdar beinleiðis úr føroyskum til kinesiskt og koma út í innbundnari útgávu í 2028.

Avtalan er eitt týðandi nýtt stig fyri føroyskan skaldskap. Við útgávunum fær føroyskt mál og skaldskapur atgongd til ein nýggjan og stóran lesaramarknað.

Sambandið varð styrkt í sambandi við vitjanina hjá Kim Simonsen í Shanghai í oktober. Har hevði hann upplestur á Minsheng Art Museum og síðani fund við kinesiska forlagið East China Normal University Press.

Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið fekk M.A. Jacobsens virðisløn í 2014. Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum varð í 2024 tilnevnd til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Saman við amerikanska týðaranum Randi Ward er Kim Simonsen eisini á stuttlistanum til 2026 ALTA First Translation Prize.

Avtalan er gjørd av Exile Agency, sum arbeiðir við at selja rættindi til forløg kring heimin.

Kim Simonsen er seinnu árini útgivin í USA, Estlandi, Makedonia, Danmark, Ungarn og Italia. Hann er eisini útgivin í týðandi tíðarritum og antologium, serliga í USA, eitt nú Washington Square Review, Best Literary Translations, Columbia Journal, Asymptote, Scandinavian Review, Notre Dame Review, The Ilanot Review og Trafika Europe.

Fyrr í ár hevur hann lisið á Venezia Literature Festival, Reykjavík Poetics, Ålesunds Litteraturfestival og á Prima Vista í Estlandi og lesur seinni í oktober á Stockholms Internationella Poesifestival.

Í hesum arbeiðinum hevur Randi Ward spælt ein stóran leiklut í altjóða arbeiðinum kring skaldskapin hjá Kim Simonsen. Hon hevur fingið fýra virðislønir sum týðari, bæði í USA og í Føroyum.

Við komandi kinesisku útgávunum verður Kina nú ein nýggjur og týðandi partur av hesum altjóða arbeiðinum.