Kim og Randi á amerikanskan úrvalslista
Kim Simonsen og Randi Ward á amerikanskan úrvalslista
Yrkingasavnið Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsind eftir Kim Simonsen er á úrvalslistanum til ALTA First Translation Prize 2026.
Bókin kom út á enskum á amerikanska forlagnum Deep Vellum Publishing við heitinum What Good Does It Do for a Person to Wake Up One Morning This Side of the New Millennium. Týðari er Randi Ward.
ALTA, American Literary Translators Association, letur á hvørjum ári virðislønir til framúrskarandi enskar bókmentatýðingar. First Translation Prize heiðrar fyrstu bókmentatýðingina hjá einum týðara og arbeiðið hjá ritstjóranum, sum hevur verið við til at bera bókina út til nýggjar lesarar.
Á úrvalslistanum í ár eru seks bøkur úr fleiri ymiskum bókmentaligum siðaarvum og málum. Útgávan av yrkingum Kim Simonsens er einasta bókin úr Føroyum á listanum.
Í grundgevingini hjá ALTA verður týðingin hjá Randi Ward róst fyri at megna ta skiftandi røddina í yrkingunum – millum miss, kærleika og sambandið millum menniskjað og tann livandi heimin.
Randi Ward hevur í nógv ár arbeitt við at týða føroyskar bókmentir til enskt. Hon hevur tvær ferðir vunnið Nadia Christensen Prize hjá American-Scandinavian Foundation í New York, eina virðisløn fyri framúrskarandi týðing úr norðurlendskum máli til enskt. Fyrstu ferð fekk hon virðislønina fyri eina týðing úr júst hesum yrkingasavninum hjá Kim Simonsen.
Úrvalslistin er ein týðandi altjóða viðurkenning. Hann setur bæði týðaran, høvundin og føroyskar bókmentir inn í eitt amerikanskt bókmentaligt umhvørvi, har týddar bókmentir verða lisnar av ritstjórum, ummælarum, bókasøvnum, universitetum og festivalum.
Vinnarin av ALTA First Translation Prize 2026 verður kunngjørdur 23. oktober í Portland, Oregon.
Kim Simonsen verður givin út í Kina
Tvær bøkur hjá Kim Simonsen á veg inn á kinesiska bókamarknaðin Tvær bøkur hjá Kim Simonsen eru nú umfataðar av eini avtalu um kinesiska útgávu: Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið frá 2013 og Lívfrøðiliga samansetingin í einum...
Elin og Jonna tilnevndar ALMA
Barnaútvarpið av ídnaðstu lesistuðlum 17. oktober var endiliga alment, at Rithøvundafelagið hevur tilnevnt Elin á Rógvi og Jonnu Fritsdóttir Mortensen til ALMA virðislønina 2027 fyri teirra ótroyttiliga arbeiði við dygdargóðum útvarpi, har tær við sendingum av sera...
Góð verk hava brúk fyri tíð
“Góð verk hava brúk fyri tíð, kritikki og transformatión til at vaksa seg fram” Útbúgvingin Ritlist varð sett á stovn á Setrinum í 2019. Fyrstu studentarnir byrjaðu í sep. 2019. Higartil hava 9 tikið prógv í Ritlist. 11 hava tikið prógv í Tónlist. Tikið verður upp 3....
