Góð verk hava brúk fyri tíð

7.10.2026 | Føroyskar bókmentir, Rithøvundar, Ritlist, Skriving, Tíðindi, Útbúgving

“Góð verk hava brúk fyri tíð, kritikki og transformatión til at vaksa seg fram”

Útbúgvingin Ritlist varð sett á stovn á Setrinum í 2019. Fyrstu studentarnir byrjaðu í sep. 2019. Higartil hava 9 tikið prógv í Ritlist. 11 hava tikið prógv í Tónlist. Tikið verður upp 3. hvørt ár. Í løtuni eru 10 innskrivað til Ritlist (heystið 2026).

Vit hava tosað við Jens Dam Ziska, útbúgvingarleiðara, Lív Mariu Róadóttir Jæger, undirvísara, og Helenu Heðinsdóttir Guttesen, lesandi, og spurt tey um teirra hugsan um útbúgvingina, nú hon hevur nøkur ár á baki.

Hvat er Ritlist?

Jens Dam Ziska byrjaði sum útbúgvingarleiðari í listaligum arbeiði í 2019 og hann tekur sær av fyrisitingarligum uppgávum og so undirvísir hann í ástøðiligum skeiðum um fagurfrøði, kreativitet og listaligari gransking. Jens hevur áður verið í starvi sum granskari á listaakademinum í Düsseldorf.

Jens greiðir frá, at: “Ritlist er ein av tveimum leiðum á BA-útbúgvingini í listaligum arbeiði. Hin leiðin er Tónlist. Útbúgvingin er ein trý-ára útbúgving, ið er sett saman av verkligum og ástøðiligum skeiðum við denti á verkliga partin. Yvirskipaða endamálið er, at tey lesandi menna sín listaliga samleika gjøgnum listaliga arbeiði tey gera á útbúgvingini. Fyrstu tvey árini taka tey lesandi á Ritlist skeið í poesi, prosa, týðing, tekstsamrøðu, fagurfrøði og listaligari gransking. Einstakar hálvur hava tey eisini møguleika at taka valskeið um bókmentafrøði, bókmentasøgu ella onnur viðkomandi evni, alt eftir áhuga. Fimtu lestrarhálvuna er møguligt at fara í starvslæru ella at vera gestalesandi á einum av norðurlendsku skúlunum, sum útbúgvingin hevur avtalu við. Sættu hálvuna skriva tey lesandi eina endaliga ritlistaliga verkætlan við vegleiðing frá einum royndum høvundi. Summar av hesum verkætlanum eru útgivnar, og fleiri eru á veg.”

Hvussu hevur verið at byggja útbúgvingina upp og hvørjar avbjóðingar hava verið?

Jens hevur verið við frá byrjan og hevur sostatt verið við til at byggja útbúgvingina upp. Hann greiðir frá, at tað hevur verið spennandi, læruríkt og arbeiðskrevjandi. Hann sigur, at: “nógvir ymiskir mátar eru at seta eina útbúgving í ritlist saman, so størsta avbjóðingin hevur helst verið at funnið ein leist, sum hóskar til okkara viðurskifti.” Jens heldur, tað hevur eydnast at finna eina samanseting, sum er ættað við líknandi útbúgvingar í okkara grannalondum, men samstundis hevur nøkur sereyðkenni. Hann sigur, at: “Gestalesandi úr Norðurlondum, sum hava tikið eina hálvu á útbúgvingini, nevna millum annað, at í Føroyum fáa tey meira frælsi at arbeiða við egnum verkætlanum. Eisini dámar teimum væl, at góðir møguleikar eru at fáa einsæris afturboðan og vegleiðing á útbúgvingini.”

Hvønn týdning hevur Ritlist útbúgvingin, nú hon hevur virkað í nøkur ár?

Jens heldur, at útbúgvingin hevur stóran týdning, tí hon er einasta hægri útbúgving í list í Føroyum. Hann sigur, at: “Hetta er við til at gera útboðið til lesandi her á landi meira fjølbroytt og kveikir eisini framleiðsluna av føroyskum bókmentum. At halga trý ár til at menna seg sum rithøvundur er at taka sína skriving í álvara. Tað er hugvekjandi at síggja, hvat kann spyrjast burtur úr hesum. Hóast útbúgvingin er lítil samanborið við aðrar útbúgvingar, sæst hon væl aftur í samfelagnum. Nógvar útgávur eru komnar burturúr arbeiðnum, sum er gjørt á útbúgvingini, og tey, sum hava lisið á útbúgvingini, eru virkin á nógvum mótum. At teirra arbeiði skapar týðandi mentanarlig virðið, eru virðislønirnar, sum fleiri av teimum hava fingið, greitt tekin um.”

Lív Maria Róadóttir Jæger sigur um týdningin av útbúgvingini, at skrivandi, sum ynskja at hugsavna seg um seriøsar skriviverkætlanir, fáa eitt læringsumhvørvi,  sum er avbjóðandi, kritiskt og stimbrandi. “Tey menna egnar verkætlanir í samband við lesnaðin, og tey fáa høvi at granska sín tekst bæði úr ástøðiligum og verkligum sjónarhornum – í sjálvari undirvísingini og í tekstsamrøðum við onnur á útbúgvingini. Hetta er ein unik støða at vera í sum skrivandi, og hevur týdning fyri menningina av góðum teksti. Skrivitilgongdin er vanliga individuel og privat, og ofta verða bøkur útgivnar for tíðliga, tær hava kanska íløgur til at blíva góð verk, men hava brúk fyri tíð, kritikki og transformatión til at vaksa seg fram.” Lív heldur, at útbúgvingin er ein viðurkenning av, at ritlist er fakøki á jøvnum føti við onnur fakøki innan hægri útbúgving.

Hvat meta tit, at Ritlist hevur at siga fyri føroyskan skaldskap og føroyskt bókmenta- og rithøvundalív?

Lív vónar, at: “útbúgvingin alir eina dynamiska og solidariska mentan millum skrivandi, sum tey taka við sær út í samfelagið, har tey halda fram við at vísa kritiska vælvild móti og áhuga fyri verkunum hjá hvørjum øðrum; ein mentan har tey brúka hvønn annan í menningini av egnum verkum, áðrenn tey verða útgivin, spennandi og nýggj, til onnur at lesa.” Hon vónar eisini fyri framtíðina, at: “studentar á útbúgvingini mobilisera seg, og at fleiri smærri forløg og listaligir pallar spretta fram við fokus á eksperimenterandi, performativar og villar útgávur við høgari góðsku.”

Jens greiðir frá, at bókmentafrøði og bókmentasøga hava leingi verið partur av útbúgvingarskipanini her á landi. Hann sigur, at “við Ritlist er tann skapandi parturin av bókmentalívi eisini meira rótfestur í skipanini. Hetta hevur við sær, at ein yrkisdugnaskapur verður mentur kring tað at skriva. Vitan verður bygd upp um skapandi skriving, og undirvísingarhættir verða mentir til at føra hesa vitan víðari. Meira óformligt skapar Ritlist eisini nýggj bókmentalig sambond, samstørv og sínámillum íblástur. Tey lesandi brúka jú nógvar hundrað tímar saman, árini tey ganga á útbúgvingini. Har fer ein týðandi vitanardeiling fram millum fleiri ættarlið av rithøvundum, ið kanska ikki høvdu sæst undir øðrum umstøðum.”

Í løtuni er nógv alment kjak og fokus á lesiáhugan og lesiførleikan hjá børnum í Føroyum. Halda tit, at Ritlist hevur ella kann fáa ein serligan leiklut í so máta?

Lív sigur: “Eg eri eri ikki serfrøðingur, og tað er sjálvsagt komplekst. Persónliga haldi eg, tað tykist hartandi móti børnum í okkara tíð, tá vit í absoluttum staðfestingum siga: tey eru illa fyri. Vit risikera at skapa asymmetri millum ættarliðini, har vit heldur eiga at taka ábyrgd og vera solidarisk vit okkara børn og ung. Tey liva í einari samansettari verð, og teirra informatiónsstreymar eru nakrir aðrir enn hjá eldri generatiónum (og vaksin fólk sita eisini konstant og gløða í sínar telefonir). Fyrr las man teknirøðir og jumbobøkur, fór á bókasavnið, sá flow-sjónvarp og musikkvideoir á MTV. Í dag er samskiftið úti á internetinum, har ljóð, tónleikur, video, tekstur og alt smeltar saman til semantiskt nýggja merking – ein fysisk bók kann ikki endurspegla alt hetta, og kanska lesing er at ”avkoda” í breidri merking, og ikki endiliga nakað sum bara noyðist at henda í einari tjúkkari bók.

Ein útbúgving, sum Ritlist, noyðist at fyrihalda seg til henda veruleika, ikki bara sum nakað sum skal rullast aftur, men sum nakað, ið er við til at broyta form og málsligt úttrykk í skaldskapi og poesi. Útbúgvingin skal vera opin fyri verkum, sum vit enn ikki hava ímyndað okkum, heldur enn at fara í verjustøðu fyri verkum, sum vit longu hava sæð fyrr.

Sjálvandi haldi eg, at tað er gott at lesa, og eg haldi, at fólk hava misskilt okkurt heilt grundleggjandi um, hvat bókmentir eru, tá tey halda, at tað er líka frætt at biðja AI um at gera ein samandrátt, sum at lesa ella hoyra eitt verk í sínari fullu, málsligu longd. Men øll eru ikki “lesihestar”, og kanska umfatar hugtakið ‘at lesa’ í dag eisini onnur felt av kodum og semantikki.”

Um sama spurning heldur Jens, at útbúgvingin er ætlað fólki við miðnámsskúlaprógvi og hevur tí neyvan beinleiðis ávirkan á lesiáhugan og -førleikan hjá børnum í Føroyum. Hann vónar tó, at Ritlist kann hava jaliga ávirkan av óbeinleiðis slag. “Tað kann eitt nú vera við at stimbra undir, at meira føroyskt tilfar verður framleitt. Hava vit meira fjølbroytt og viðkomandi lesitilfar, er størri møguleiki, at okkurt av tí fangar áhugan hjá ymsu lesaraskarunum. Harumframt kann útbúgvingin vera við til at menna nýggjar hættir at lesa, har dentur er á skapandi megina í málinum. Í tekstsamrøðunum á Ritlist menna tey lesandi m.a. evnini at fyrihalda seg til tekstir úr einum skapandi sjónarhorni. Um fleiri børn og ung høvdu møguleikan at uppliva teirra móðurmál sum ein skapandi miðil, høvdu fleiri av teimum kanska fingið eyguni upp fyri, hvussu nógv tey í roynd og veru kunnu læra og taka seg fram gjøgnum lesing og skriving.”

Hvussu er at vera lesandi á Ritlist?

Hugsanin um eitt virkið og skapandi umhvørvi sæst aftur hjá Helenu Heðinsdóttir Guttesen, sum byrjaði á Ritlist í sep. 2026. Helena greiðir frá, at hon valdi at lesa Ritlist, tí hon ynskir meira ástøðiliga vitan um kreativa skriving og list sum heild. Samstundis vil hon víðka um sítt listaliga sjónarhorn og menna seg sum skribent. Hon heldur tað vera ein fyrimun at kunna arbeiða við egnum tekstum og samstundis fáa eitt størri innlit í, hvussu tekstur og list virka saman.

Helena greiðir frá, at hon væntar at fáa eina rúgvu av vitan um listasøgu og skriviteknikkir, men eisini at fáa innlit í verkini hjá nýggjum skaldum og rithøvundum. Harumframt at fáa eina serstaka vitan, sum er torfør at fáa aðrastaðni, nevniliga innlit í føroyska listaheimin og føroyskan skaldskap.

Spurd um hvussu hon vónar, at Ritlist fer at ávirka hennara mátar at skriva og lesa tekstir, svarar Helena:

“Eg vóni, at eg fari at megna at halda fast í míni intuitión, samstundis sum eg fái eina størri fatan av, hví eg skrivi, sum eg geri. Eg vóni ikki, at vitanin fer at taka intuitiónina frá mær, men heldur geva mær fleiri amboð at arbeiða við henni. Og so vænti eg eisini, at útbúgvingin fer at gera meg til ein meira tilvitaðan lesara.”

Helena heldur, at tað hevur stóran týdning at hava eina útbúgving sum Ritlist í Føroyum. “Hon (útbúgvingin) kann vera við til at eggja fleiri fólkum til at skriva og til at skriva á føroyskum. Tað hevur stóran týdning fyri bæði føroyska málið og mentanina, at góður føroyskur skaldskapur verður skrivaður og útgivin – og ikki minst, at hann røkkur út til fleiri ymiskar lesarar og málbólkar.”

Vit takka Jensi, Lív og Helenu fyri samrøðurnar.