Kim Simonsen verður givin út í Kina
Tvær bøkur hjá Kim Simonsen á veg inn á kinesiska bókamarknaðin
Tvær bøkur hjá Kim Simonsen eru nú umfataðar av eini avtalu um kinesiska útgávu: Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið frá 2013 og Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum frá 2023.
Týðingarnar verða gjørdar beinleiðis úr føroyskum til kinesiskt og koma út í innbundnari útgávu í 2028.
Avtalan er eitt týðandi nýtt stig fyri føroyskan skaldskap. Við útgávunum fær føroyskt mál og skaldskapur atgongd til ein nýggjan og stóran lesaramarknað.
Sambandið varð styrkt í sambandi við vitjanina hjá Kim Simonsen í Shanghai í oktober. Har hevði hann upplestur á Minsheng Art Museum og síðani fund við kinesiska forlagið East China Normal University Press.
Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið fekk M.A. Jacobsens virðisløn í 2014. Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum varð í 2024 tilnevnd til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Saman við amerikanska týðaranum Randi Ward er Kim Simonsen eisini á stuttlistanum til 2026 ALTA First Translation Prize.
Avtalan er gjørd av Exile Agency, sum arbeiðir við at selja rættindi til forløg kring heimin.
Kim Simonsen er seinnu árini útgivin í USA, Estlandi, Makedonia, Danmark, Ungarn og Italia. Hann er eisini útgivin í týðandi tíðarritum og antologium, serliga í USA, eitt nú Washington Square Review, Best Literary Translations, Columbia Journal, Asymptote, Scandinavian Review, Notre Dame Review, The Ilanot Review og Trafika Europe.
Fyrr í ár hevur hann lisið á Venezia Literature Festival, Reykjavík Poetics, Ålesunds Litteraturfestival og á Prima Vista í Estlandi og lesur seinni í oktober á Stockholms Internationella Poesifestival.
Í hesum arbeiðinum hevur Randi Ward spælt ein stóran leiklut í altjóða arbeiðinum kring skaldskapin hjá Kim Simonsen. Hon hevur fingið fýra virðislønir sum týðari, bæði í USA og í Føroyum.
Við komandi kinesisku útgávunum verður Kina nú ein nýggjur og týðandi partur av hesum altjóða arbeiðinum.
Bókadagar 2026 – EBBUvirðislønin
Hvør fær EBBUna?EBBU-virðislønin verður latin ungum rithøvundi, ið vísir serlig evni. Rithøvundurin Ebba Hentze lat Rithøvundafelagnum part av arvi sínum til virðisløn at heiðra lovandi ungum høvundum. Hvør fær heiðurin í ár og tær 25.000 krónurnar, sum fylgja við,...
Les føroyskt-vikan – Týsdagsskráin
BÓKADAGAR OG LES FØROYSKT-VIKAN 2026 Alt bókmentatilfarið týsdagin 10. november 07:15 Ljóð Barnaútvarpið Bókavika: Oyggjaleikabókin - Páll Holm Johannesen 08:05 Ljóð Góðan morgun Føroyar Carl Johan Jensen - upplestur & prát Frá 18:50 12:00 Ljóð Dagsins yrking Kim...
Les føroyskt-vikan – Mánadagsskráin
BÓKADAGAR OG LES FØROYSKT-VIKAN 2026 Alt bókmentatilfarið mánadagin 9. november 07:15 Ljóð Barnaútvarpið Bókavika - Silja Aldudóttir og Laura Gunnváardóttir - Spádómurin (Norrønu gudarnir 1) 08:10 Ljóð Góðan morgun Føroyar Sissal Kampman - upplestur & prát...
