Elin og Jonna tilnevndar ALMA
Barnaútvarpið av ídnaðstu lesistuðlum
17. oktober var endiliga alment, at Rithøvundafelagið hevur tilnevnt Elin á Rógvi og Jonnu Fritsdóttir Mortensen til ALMA virðislønina 2027 fyri teirra ótroyttiliga arbeiði við dygdargóðum útvarpi, har tær við sendingum av sera ymiskum slag í sera stóran mun at vekja lesihug og áhuga fyri bókmentum.

Astrid Lindgren (mynd: Roine Karlsson, lænt av heimasíðuni www.alma.se)
Um ALMA
ALMA stendur fyri Astrid Lindgren Memorial Award. Svenska stjórnin setti virðislønina á stovn í 2002 eftir deyða mæta høvundan Astrid Lindgren.
Fleiri sløg av tilnevningum eru til ALMA: teksthøvundar, myndhøvundar, muntlig frásøgufólk og fólk ella stovnar, ið fremja lesing. Hetta er fyrstu ferð, at føroyska tilnevningin fer til lesifremjan.
Her er ein lítil kunningarfilmur um virðislønina:
Tað eru feløg og stovnar um allan heim, sum tilnevna valevni. Í Føroyum er tað nevndin í Rithøvundafelag Føroya, sum tilnevnir. Fyri at ikki koma í gegnistrupulleikar biðja vit um tilmæli frá uttanveltaðum ráðgeva, sum kemur við nøkrum uppskotum, sum vit síðani atkvøða út frá.
Rithøvundafelag Føroya tilnevnir Barnaútvarpið og vertsparið Jonnu Fritsdóttir Mortensen og Elin á Rógvu til ársins ALMA-virðisløn fyri ótroyttiliga arbeiði teirra at skapa dagligar útvarpssendingar til føroysk børn á móðurmálinum. Tær veita ein miðlapall til børn á teirra egna málið, sum kann verja borg móti endaleysa “álopinum” frá ensktmæltum miðlum.
Barnaútvarpið hevur verið ein fastur partur av Útvarpi Føroya, síðani hetta varð sett á stovn í 1957, fyrst við sending hvørja viku og síðani dagliga. Tað hevur kortini verið eitt stríð at halda Barnaútvarpinum á floti, fyrst tá Sjónvarp Føroya (1984) fór at senda ørgrynnur av barnasendingum á fremmandum málum (donskum), síðani tá atgongdini til fylgisveinasjónvarp kom seinast í áttatiárunum og so serstakliga síðani internetið í 1990-árunum meira ella minni málvíst fór at senda óendaligar nøgdir av enskum tilfarið serliga ætlað børnum.
Um aldarskiftið hevði stýrið fyri Útvarp Føroya tó so mikið vit og skil, at tey settu tveir nýútbúnðar skúlalærarar í starv, harav Jonna var tann eina. Fá ár seinni kom so Elin afturat og tær hava verið vertir fyri Barnaútvarpinum meira ella minni síðani.
Jonna og Elin hava gjørt Barnútvarpið til eina sending, sum hevur veruligan týdning í okkara tíð. Tær hava hildið lív í sterku siðvenjuna við góðum framhaldssøgum, stuttsøgum, útvarpsleikum, sum var vørumerkið hjá Barnaútvarpinum frá fyrstan tíð, men teirra serliga styrki hevur verið, hvussu tær hava víðka um barnaluttøkuna í sendingunum. Ofta vitja tær, har børn hava sín gerandisdag og gera sendingar um, hvat børnini gera, hvat tey uppliva og sjálvi eru áhuga í. Hesar sendingarnar eru sannir góðbitar bæði fyri bæði børn og vaksin, tí Jonna og Elin duga óvanlig væl at fáa børn at tosa náttúrliga og frítt. Hóast allar sendingarnar ikki snúgva seg um bókmentir, so draga tær áhoyrararnar aftur og aftur til Barnaútvarpið, so tey eisini fáa tær longu framhaldssøgur við.
Barnaútvarpið hevur havt nógvar sendingar í samband við verkætlan “Føroyar lesa” og eru samstundis ein av ídnaðstu lesistuðlunum við áhaldandi at senda framhaldssøgur og stuttsøgur og harvið stimbrað áhugan fyri tøka tilfarinum í bókahandlum og bókasøvnunum.
Kim Simonsen verður givin út í Kina
Tvær bøkur hjá Kim Simonsen á veg inn á kinesiska bókamarknaðin Tvær bøkur hjá Kim Simonsen eru nú umfataðar av eini avtalu um kinesiska útgávu: Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið frá 2013 og Lívfrøðiliga samansetingin í einum...
Kim og Randi á amerikanskan úrvalslista
Kim Simonsen og Randi Ward á amerikanskan úrvalslista Yrkingasavnið Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsind eftir Kim Simonsen er á úrvalslistanum til ALTA First Translation Prize 2026. Bókin kom út á enskum á amerikanska forlagnum...
Góð verk hava brúk fyri tíð
“Góð verk hava brúk fyri tíð, kritikki og transformatión til at vaksa seg fram” Útbúgvingin Ritlist varð sett á stovn á Setrinum í 2019. Fyrstu studentarnir byrjaðu í sep. 2019. Higartil hava 9 tikið prógv í Ritlist. 11 hava tikið prógv í Tónlist. Tikið verður upp 3....