Rithøvundafelag Føroya umboðar teg og tíni fakligu áhugamál, bæði í Føroyum og uttanlands.

 

HVUSSU?

 

Umboð í ráðum og nevndum:

RIT velur umboð í ráð og nevndir, sum taka avgerðir í mentanarpolitikki og í útluting av mentanarstuðli og -virðislønum, t.d.:

  • Bókmentavirðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum
  • Bókmentavirðislønir M.A. Jacobsens
  • Listaleypurin
  • Bókmentanevndin hjá FARLIT
  • Mentanarvirðisløn Landsins
  • Málráðið
  • Bókmentaráðið hjá KvF

 

Avtalur:

RIT ger avtalur við forløg og útgevarar um samsýningar og treytir fyri rithøvundar, týðarar og myndhøvundar í sambandi við útgávu.

 

Upphavsrættur:

Sum limafelag í og ein av stovnarunum av Fjølriti, umboðar RIT tín upphavsrætt, og er á tann hátt við til at tryggja, at tú fært viðurlag, tá ið tíni verk verða nýtt.

 

Mentanarpolitikkur:

Sum limafelag í LISA (Listafólkasambandi Føroya), umboðar RIT tíni rættindi mótvegis myndugleikunum, og hevur á hendan hátt ávirkan á mentanarpolitikkin í Føroyum.

 

Norðurlenskt samstarv:

RIT er limur í NFOR (Nordisk Forfatter- og Oversætterråd) og umboðar soleiðis teg í norðurlendskum samstarvi um viðurskifti, sum ávirka teg sum rithøvund. RIT hjálpir at skapa netverk millum føroyskar og norðurlendskar rithøvundar, týðarar og myndhøvundar. Umboð fyri RIT taka eisini javnan í norðurlendskum felagsskapum fyri yrkisbókahøvundar.

 

Sum limur í Rithøvundafelagnum hevur tú góðar møguleikar at mynda felagið og virksemið hjá felagnum.

 

VER VIÐ AT MYNDA FELAGSSKAPIN!

 

 

Hans Andreasar hús:

Felagið heldur til í húsinum hjá mentafólkunum Petru og Hans Andreasi Djurhuus. Har hava vit skrivstovu og halda fundir og skipa fyri tiltøkum fyri limir.

RIT hevur eisini eitt skrivihøli, sum limir kunnu læna eitt styttri tíðarskeið.

Ritsalongir:

RIT skipar vetrarhálvuna fyri almennari Ritsalong umleið eina ferð um mánaðin. Tær kunnu vera í Hans Andreasar húsi, Gallarí Havnará, sum RIT hevur gott samstarv við, ella aðrastaðni í býnum.

Ritsalongirnar kunnu vera upplestur av yrkingum, stuttsøgum og øðrum tekstum;  bæði roynd og óroynd sleppa framat. Tær kunnu snúgva seg um evni, sum hava áhuga og týdning fyri høvundar og onnur við ansi fyri bókmentum.

Fakligt og sosialt samanhald:

Rit luttekur á árligu Bókadøgunum, sum tað í síni tíð setti á stovn. Eisini skipar felagið fyri bæði fakligum og sosialum tiltøkum fyri limirnar, so sum verkstovur og skeið og onkuntíð eisini veitslum.