Ritsalon – Kríggj og Terror
Heystið er ávegis og tí hugnalig kvøld, har vit kunnu njóta bókmentir – saman. Rithøvundafelagið fer aftur undir Ritsalonir, sum fara at vera annan fríggjadag í mánaðinum frá nú til og við apríl.
Tann fyrsta verður nú fríggjakvøldið tann 11/9.
Ja, tú læs rætt, tann 11. september og júst tí verður hetta eitt upplestrarkvøld við støði í hesari dagfestingini og einum víðari tema um kríggj og terror.
Oddfríður Marni Rasmussen og Ben Arabo skipa fyri hesa ferð.
Tiltakið er alment og byrjar klokkan 20:00 tann í Hans Andriasar Húsi, undir Pisuvarða 2.

Dagfestingar fyri salonirnar restina av 2026 eru 9. oktober, 13. november og 11. desember. So seti bara kross í kalendaran beinan vegin.
Góð verk hava brúk fyri tíð
“Góð verk hava brúk fyri tíð, kritikki og transformatión til at vaksa seg fram” Útbúgvingin Ritlist varð sett á stovn á Setrinum í 2019. Fyrstu studentarnir byrjaðu í sep. 2019. Higartil hava 9 tikið prógv í Ritlist. 11 hava tikið prógv í Tónlist. Tikið verður upp 3....
Tillukku Urd og Trygvi
Í gjár handaði Tórshavnar kommuna virðislønir M. A. Jacobsens 2026 Virðisløn M.A. Jacobsens fyri barnamentan fekk Urd Johannesen fyri bókina Ferðin til Kongurvág. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fekk Trygvi Danielsen fyri bókina hey 🙂 tað...
Heiðra ikki bøkur til børn og ung
Í Føroyum heiðra vit ikki bøkur til børn og ung 24. september var ein tíðindastubbi í Kringvarpinum, sum boðaði frá, at Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs nú eitur M.A. Jacobsens virðisløn fyri barnamentan. Føroyar munnu vera einasta land, av teimum vit...