Í Føroyum heiðra vit ikki bøkur til børn og ung
24. september var ein tíðindastubbi í Kringvarpinum, sum boðaði frá, at Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs nú eitur M.A. Jacobsens virðisløn fyri barnamentan.
Føroyar munnu vera einasta land, av teimum vit helst vilja verða samanborin við, sum onga barna- og ungdómsbókmentaheiðursløn hevur. Ísland t.d.hevur ikki minni enn fýra heiðrar til barna- og ungdómsbókmentir og í restini av Evropa eru ørgrinnur av heiðrum til hendan bólk av bókmentum, sjálvt smá lond sum tey baltisku, hava fleiri.
Heiðursløn sett á blot og vatna út
Í 1976 var Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs handa fyrstu ferð, men í 2010 varð hendan heiðurslønin broytt – ella rættari útvatnað – til eina barna”mentanar”virðisløn.
Hetta er ein óheppin broyting tí at
- bøkur ella bókmentir sum so ikki nýtast at fáa hendan heiðurin yvirhøvur. “Mentan” er øgiliga breitt, m.a. er ítrottur eisini mentan og savnsvirksemi, at ganga í haganum ella drepa grind o.s.fr. Í roynd og veru kann hesin heiður fara til alt millum himmal og jørð bara tað kann kallast mentan til børn.
- ongin heiðursløn finst til ungdómsbøkur og ongin hevur nakrantíð verið í Føroyum. Ein ungdómsbók fer av onkrum løgnum princippið ongantíð at fáa “vaksnabókaheiður” (hóast tær ofta eru eins nógv til vaksin sum til ung) og tá heiðurin bara eitur “barna”, hoyra tær oftast heldur ikki til her.
Tað er vert at leggja til merkis, at tað ikki kann vera vegna væntandi bøkur at heiðra, at hendan broytingin kom í 2010. Tað koma væl fleiri upprunaføroyskar barnabøkur út, enn tað koma upprunaføroyskar bøkur til vaksin. Og vaksnabøkurnar hava tvær heiðurslønir.
Hetta kann ikki snúgva seg um annað enn væntandi virðing fyri bókunum, sum eru til børn og ung. Tríggjar heiðrar til tey, sum arbeiða fyri teimum vaksnu, ein til tey, sum arbeiða fyri tí nýggja ættarliðnum.
Týðandi tilnevingartíðin
Eitt annað er, at onki innlit er í, hvussu hesir heiðrar verða valdir. Ongin tilnevningartilgongd er fyri M.A. Jacobsens heiðurslønirnar, so sum vanligt er til aðrastaðni.
Vanliga mannagongdin fyri tær flestu bókaheiðurslønirnar, at umleið eitt hálvt ár fyri handanina verða eitt ávíst tal av bókum í hvørjum bólki tilnevndar. Næsta hálva árið eru hesar bøkur í fokus í miðlunum, á bókasøvnum og í bókhandlum, og verða viðgjørdar í skúlum og fróðskaparsetrum. Ummælið verða skrivað og samrøður eru við høvundarnar í miðlunum og lesarar meta í spenningi um, hvør fer at vinna.
Hetta fær fólk tosa um bókmentir!
Hendan tilnevingartíðin hevur týðandi endamál:
1. at miðla bókmentir
2. at gera bókmentir sjónligar í samfelagnum
3. at skapa spenning um bøkur millum fólk
Hetta fær fólk at lesa bókmentir!
3 dagar prime time og so aftur í gloymskuna
Í roynd og veru hevur tilnevningartíðin nógv størri týdning fyri bókmentirnar enn sjálvur heiðurin.
Her hjá okkum veður í besta føri tosa um M.A. Jackobsens heiðurslønir í miðlunum í tríggjar dagar (heiðurskvøldið og kanska tveir dagar afturat). Síðani fara bókmentirnar aftur í gloymskuna. Slíkar heiðursløtur hava sera stutt tíðindavirðið, ongin spenningur ferður bygdur upp, eitt einstakt tiltak eitt gerandiskvøld, avdúkingin, nakrir tíðindastubbar, kanska onkur samrøða – og so er tað tað.
Navnabroyting, sum onki broytir
Tað hevði hóskað Tórshavnar Kommunu í hesi tíð, tá lesiførleikarnar hjá bæði børnum OG vaksnum minka, at veruliga broytt mannagongdirnar fyri heiðurslønunum heldur enn gera eina navnabroyting, sum onki broytir.
Og í somu handavend kundu tey syrgt fyri, at vit ikki eru einasta landið uttan ein barna- og ungdómsbókamentaheiður.
Øll høvdu fingið meira burturúr, Tórshavnar Kommuna, bókmentirnar, høvundarnir og lesararnir – og í síðsta enda: tað føroyska málið!
Rakel Helmsdal, forfólk Rithøvundafelag Føroya
Turið Sigurðardóttir virðislønin latin fyri fyrstu ferð
Fyri 46. ferð letur American-Scandinavian Foundation (ASF) í New...
Ritsalon – Kríggj og Terror
Heystið er ávegis og tí hugnalig kvøld, har vit kunnu njóta...