Tillukku Urd og Trygvi

2.10.2026 | Bókmentavirðislønir, Heiður, M.A. Jacobsens, Tíðindi

Í gjár handaði Tórshavnar kommuna virðislønir M. A. Jacobsens 2026

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri barnamentan fekk Urd Johannesen fyri bókina Ferðin til Kongurvág.

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fekk Trygvi Danielsen fyri bókina hey 🙂 tað metamodernistiska dómadagsmanifestið anno domini MMXXV et in futurum.

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir fingu Annika Kunoy Im og Tóra Effersøe Mortensen fyri bókina Tað, sum eftir er – smakkir úr og søgur um avroð.

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik fekk latin Suni Merkistein.

Rithøvundafelagið ynskir øllum hjartaliga tillukku og vil í hesum høpi serliga varpa ljós á tey bæði, ið eru limir okkara, Urd Johannesen og Trygva Danielsen.

 

Urd Johannesen fekk M.A. Jacobsens virðisløn fyri barnamentan fyri spildurnýggju bók sína Ferðin til Kongurvág

Grundgevingin hjá dómsnevdnini er soljóðandi:

Ferðin til Kongurvág er ein spennandi og hugfangandi barnabók, sum tekur børn í álvara. Ólavur er upptikin av Minecraft og hevur ilt við at leggja spælið frá sær. Men í innganginum hóma vit eina frásøgn um ótta, dirvi og vinalag.

Í Minecraft hevur Ólavur tamarhald á støðuni. Har loysir hann uppgávur og stýrir sínum heimi. Men tá hann skal sova, kemur marran, og henni fær hann ikki tamarhald á. Andsøgnin millum talgilda heimin, har hann stýrir, og tann innara heimin, har hann kennir seg sleptan upp á fjall, er beinrakin.

Tá ein eiturkoppur byrjar at tosa, letur bókin dyrnar upp til ein hugflogsríkan heim. Saman fara teir á ferð, har Ólavur verður bjóðaður av og lærir at standa ímóti tí, sum ræðir hann. Kortini megna teir báðir at samskifta og skilja hvønn annan, og at enda gerast teir vinir.

Silja Eystberg hevur hegnisliga myndprýtt bókina við dramatiskum og litføgrum myndum, ið stuðla og geva søguni eina eyka dimensjón.

Ferðin til Kongurvág flættar Minecraft, hugflog og barnsins innara lív saman og lýsir vinalag tvørtur um ymiskleikar. Bókin vísir, hvussu dirvi ikki er óttaloysi, men førleikin at halda fram, hóast óttin er til staðar.

 

Trygvi Danielsen fekk M.A. Jacobsens virðisløn fyri fagrar bókmentir fyri bókina hey 🙂 tað metamodernistiska dómadagsmanifestið anno domini MMXXV et in futurum.

Grundgevingin hjá dómsnevndini var soljóðandi:

hey 🙂 er ein sjáldsama óunnilig bók um einsemið hjá ungum dreingi, sum situr í einum kjallara framman fyri telduni dag og nátt. Sambond hansara við onnur menniskju eru avmarkað og sum heild miseydnað. Framman fyri telduni er hann sum eitt tómt ílat, ið fyllist við søgum um ein syndraðan heim. Teksturin í bókini er settur upp sum boð í kjatti, og orðalagið er hareftir. Á teimum viðhvørt tómu síðunum í bókini røkkur ráðaloysið inn í lesaran.

hey 🙂 er ein dystopisk søga um neyðarsliga vreiði hjá ungum dreingjum, sum illa duga at vera til í samfelagnum, og hvørs sambond við onnur menniskju sum oftast eru talgild. Við undirheitinum “tað metamodernistiska dómadagsmanifestið” verður sóknast eftir einum øðrum slagi av søgum, har loyst verður upp fyri teimum mótsetningum, sum eyðkenna dagsins samfelag. hey 🙂 tað metamodernistiska dómadagsmanifestið anno domini MMXXV et in futurum er listaliga væl hugsað og gjørd og rakar beint inn í samtíðina.

 

(myndirnar eru av síðunum hjá Tórshavnar kommunu, Bókadeildini og Farlit.)