Bókadagar 26: Pallborð: Hví skulu vit lesa – meira?

13.11.2026 | Bókadagar, Føroyskar bókmentir, Tíðindi, Tiltøk

BÓKADAGAR 2026

Pallborð við Rithøvundafelag Føroya

Leygardagin 14. november 2026, kl. 13.00 í Norðurlandahúsinum

 

Rithøvundar skriva við einum endamáli: at verða lisnir. Tí er hevur tað alstóran týdning, at vit tosa um, hví so nógv lesa minni og minni.

Hví er tað so týdningarmikið, at øll lesa, bæði børn, ung, vaksin og gomul? Hvussu ávirka bókmentir okkum sum menniskju og samfelagið sum heild? Hevur tað týdning, akkurát hvat vit lesa, og ger tað nakran mun, á hvørjum máli vit lesa?

Hetta verður viðgjørt á pallborðskjakinum hjá Rithøvundafelag Føroya. Viðkomandi luttakarar fara at seta teir stóru spurningarnar og koma við nøkrum svarum.

Luttakarar

Oddfríður Marni Rasmussen – orðstýrari
Hann er lærari á Skúlanum á Fløtum og næstformaður í Rithøvundafelag Føroya, umframt rithøvundur, týðari og ritstjóri fyri Vencil, føroyskt tíðarrit fyri skaldskap á føroyskum.

Guðrið Reinert Joensen – lesikveikjari
Hon er lærari í Skúlanum á Argjahamri, arbeiðir miðvíst við at økja um lesihugin hjá børnum og er mamma Oliviu og Jónu Reinert Joensen, ið reka poddvarpssendingina Ung lesa í Kringvarpi Føroya.

Jens Christian Carlsson – stórlesari
Hann starvast sum lærari í Skúlanum á Fløtum og hevur verið við ymiskum skúlabókaútgávum, umframt sjálvur at geva bøkur út, sum t.d. Hugleiðingar av marbakkanum (2023). Hann er harafturat ein, sum lesur og endurlesur bøkur serliga nógv.

Birgir Kruse – samskiftisfólk
Hann er mentanarmiðlari, lærari og hevur eina pedagogiska diplomútbúgving í samskifti. Hann hevur verið við í ymiskum skúlabókaútgávum, og í yvir 20 ár hevur hann bloggað á føroyskum undir heitinum Birk.