BÓKADAGAR26 – Høvundakorterið – leygardag
BÓKADAGAR 2026
Limir í Rithøvundafelagnum
lesa nýggjar tekstir
Leygardagin fara Bókadagar endiliga av bakkastokki. Rithøvundafelagið hevur fleiri tiltøk og eitt teirra breiðir seg yvir báðar dagarnar: Høvundakorterið! Fýra korter báðar dagarnar lesa limir felagsins úr egnum nýútgivnum tekstum, tveir høvundar hvørt korterið.
Pallurin er í HØVUNDASTOVUNI hjá Rithøvundafelagnum í forhøllini í Norðlandahúsinum.
Skráin leygardagin tann 14. er hendan:
| 12.15 | Rakel Helmsdal | úr stuttsøguni When the Angels Came |
| 12.23 | Høgni Mohr | úr bókini Elians sonur |
| 13.15 | Hanus Kamban | úr bókini Úr høvundsins smiðju |
| 13.23 | Elin á Rógvi | úr skaldsøguni Nivinaja |
| 14.15 | Vivian Sjóklett | úr bókini Djúpt inni í skóginum – Finnast fjølbroytt loyndarmál |
| 14.23 | Ingun Christensen | úr skaldsøguni Friðleys |
| 15.15 | Snorri Brend | úr bókini Stór er tín trúfesti – Mikladals kirkja 111 ár |
| 15.23 | Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð | Oddfríður M. Rasmussen lesur úr nýggja stuttsøgusavni Arnbjørns Kann eg vera títt barn? |
Um tekstirnar, lisið verður úr:
When the Angels Came |
Rakel Helmsdal lesur brot úr síni stuttsøgu, When the Angels Came. Hon gongur fyri seg um somu tíð, sum skaldsøgan Marra, sum kemur út 12. november, tað er á várið 2036. Persónarnir eru ikki teir somu sum í skaldsøguni, men onkrar av hendingunum umskarðast. |
Elians sonur |
Høgni Mohr gav í 2025 út bókina við heitinum Elians Sonur. Bókin er grundað á útvarpsrøð í fimm pørtum frá 2024, ið var ein upptøka av samrøðum við Ragnar W. Eliansson (f. 1993) úr Sørvági. Samrøðurnar løgdu serliga dent á hansara tankar og hugskot úr tilveruligum og politiskum sjónarhorni. |
Úr høvundsins
|
Úr høvundsins smiðju hevur høvundurin savnað saman eitt úrval við teimum áhugaverdastu tekstunum – ritgerðum, hugleiðingum, søguligum, politiskum og listaligum viðgerðum, ummælum, portrettum og minningarorðum – sum hann hevur fest á blað og almannakunngjørt ta seinastu hálvu øldina. Her eru umrøður av rithøvundum sum Sigurd Hoel, Thomas Mann, George Orwell og Arthur Koestler og – um vit venda okkum til Føroya – Duritu Holm, Oddvør Johansen og Bergtóru Hanusardóttur. Somuleiðis eru í bókini portrett av sangarum og musikarum sum Leonard Cohen og Bob Dylan, av yrkjarum og sjónleikaskrivarum sum Harold Pinter og – um vit leita aftur í 18. øld – av skaldinum, listamanninum og tí gátuføra sjónarmanninum William Blake. Í eini drúgvari søguligari viðgerð verður greitt frá, hvussu ríkið Iran – upprunaliga Persia – longu í 1953 vaks fram til at verða eitt fólkaræði í evropeiskari merking, og hvussu USA beindi fyri hesum framstigi. Í fyrilestrinum Carpe Diem – hildin á Føroya Studentaskúla í 2006 – er evnið „Hugvísindir og teirra leiklutur í einum nútíðar skúlaverki“. Høvuðsevnini í hesum verki eru humanisma, fólkaræði og javnstøða. Tann drúgvi navnalistin seinast í verkinum ger tað lætt hjá lesaranum at leita eftir persónum og evnum. |
Nivinaja |
Hon kennir tað á sær, hon saknar uttan at vita, hvat tað er, henni leingist eftir. Men ein dag broytist alt. Naja finnur fyrsta leiðitráðin, ið førir hana á eina ferð inn í ein fjaldan heim av lygnum og loyndarmálum. |
Djúpt inni í skóginum
|
Djúpt inni í skóginum – Finnast fjølbroytt loyndarmál er skrivað til vaksin at lesa saman við børnum um kropp, vøkstur, tankar, kenslur, mørk, kærleika, kyn og seksualitet. Hon inniheldur sjey barnasøgur, sum geva innlit í heimin hjá barninum og lata upp fyri samrøðum um tað, sum kann vera torført at seta orð á. Hon gevur barninum størri fatan av egnum kroppi, mørkum og vilja. Við bókini kemur eisini ein tónleikaútgáva. Edvard Nyholm Debess og Vivian Sjóðklett hava gjørt tónleikin, Uni Debess hevur framleitt, og børn frá Frítíðarskúlanum á Fløtum syngja saman við Maluni Eyðunsdóttur og Dániali Gomez sangin Hvussu bleiv eg til? Bók og tónleikur verða givin út av Tutl og Hit Forlag. |
Friðleys |
Saga litar silvurlitta hárið fyri at halda loyniligt, at hon hevur sterkar røtur í Snjómánafólkinum. Eisini fjalir hon serstaka arrið í pannuni. Karis hongur ein ristan sigurstein um hálsin á henni, sum skal verja hana. Saga ætlar sær til Vesturlandið at gerast skjaldmoyggj hjá máttmiklu vølvuni Huldu. Hon má læra at brúka vápn, áðrenn hon fer til Suðurlandið at leita eftir beinagrindini á Thyru. |
Stór er tín
|
Var tað nú Fríðrikur Petersen, próstur, ið vígdi kirkjuna í 1915, sum tey flestu halda? Ella var tað kanska A.C. Evensen? Eisini verður fortalt um ta dramatisku altartalvuna frá 1949, sum var seinasta listaverkið hjá Jógvani Waagstein. At enda hoyra vit eina stuttliga jólasøgu um Magnus Eliassen, organist og klokkara, og eitt tónlistaligt slips, ið brádliga fór undir at spæla í bestu kirkjutíð. Bókin er fimta bókin, sum Snorri Brend hevur útgivið. Tær fyrru eru Hon fór út (1999) – um Kaju Lamhauge, ið fór til Nigeria sum trúboðari bert 23 ára gomul, Hetta er okkara bygd (2016) – um bygdina Norðdepil, sum fylti 150 ár, |
Kann eg vera
|
Í hesum triðja og higartil longsta stuttsøgusavninum hjá rithøvundinum eru 15 stuttsøgur.Summar snúgva seg um evni, sum eru frammi í løtuni, so sum tøkni og vitlíki, meðan aðrar eru um meira algild evni, so sum parlag, harðskap og kyn. Einki er tó sum tað tykist at vera. Sum lesari verður tú konstant snýttur. Av sansunum, fordómunum, fortreytunum. Fólk, støð, lutir, sjálvt hugtøk broyta skap og fáa annan dám, bara tú flytur teg eitt vet. Sansaliga eins væl og sinnisliga. Søgurnar lata upp dyr inn í fatanarheimar, sum tú í flestu førum kennir aftur. Men ikki altíð. Lykilin kann vera at finna í evnunum, sum verða tikin upp, men hann kann eisini vera at finna í mátanum, søgan verður søgd. Kanska báðum. Arnbjørn er sjálvur burturstaddur í høvundaørindum, tí lesur vinmaður og samritstjóri hansara á Vencil, Oddfríður Marni Rasmussen úr bókini. |
Bókadagar26: Ritsalon – Norðurlendskar yndisbøkur
BÓKADAGAR 2026 Limir í Rithøvundafelagnum siga frá sínum norðurlendsku yndisbókum Í ár hevur Rithøvundafelagið ikki eitt, men tvey upphitingartiltøk til Bókadagar 2026. Eftir poesikvøldið í Blábar hóskvøldið, verður fríggjakvøldið tann 13. november kl....
Bókadagar26: Yrkingar í Blábar
BÓKADAGAR 2026 Limir í Rithøvundafelagnum lesa yrkingar Bókadagar 2026 nærkast við stórum fetum. Tann 14. og 15. november vera ein ørgrynna av bókmantatiltøkum í Norðurlandahúsinum og vónandi hava øll longu rudda kalendaran til hetta vikuskiftið. ...
Bókaútgáva: Kann eg vera títt barn?
TÍÐINDASKRIV Kann eg vera títt barn? Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð Í hesum triðja og higartil longsta stuttsøgusavninum hjá rithøvundinum eru 15 stuttsøgur. Summar snúgva seg um evni, sum eru frammi í løtuni, so sum tøkni og vitlíki, meðan aðrar eru um meira...
Ikki fyri ræðuskítar! Nordic Nightmares – The Best of Nordic Horror er ein ensk stuttsøgusamling, ið er ritstjórnað av Margrét Helgadóttir, og útgivin í oktober 2026 hjá Solaris Books í Bretlandi. Talan er um 20 ræðusøgur úr øllum Norðurlondum.
Høgni Mohr gav í 2025 út bókina við heitinum Elians Sonur. Bókin er grundað á útvarpsrøð í fimm pørtum frá 2024, ið var ein upptøka av samrøðum við Ragnar W. Eliansson (f. 1993) úr Sørvági. Samrøðurnar løgdu serliga dent á hansara tankar og hugskot úr tilveruligum og politiskum sjónarhorni.
Nivinaja er nýggjasta bókaútgávan hjá høvundanum Elini á Rógvi. Um tú ikki kennir Naju, hugsar tú helst, at hon hevur tað gott, at hon er heppin. Hon býr í einum flottum húsum, er eitt stórt talent í svimjing og hevur nógvar vinir har. Men okkurt er galið inni í flottu húsunum. Svimjivinirnir vita ikki, hvat Naja heldur loyniligt fyri teimum. Og okkurt er eisini, ið Naja ikki veit …
Friðleys er partur av bókarøðini um tannáringin Sagu, sum er ættað av Snjómánafólkinum. Í einari hvørvisjón, sær hon skjaldmoyggina Thyru Silfralittu, ið doyði í stóra Suðurlandskrígnum. Saga lovar henni at føra beinagrindina heim til Norðurlandið. Karis rúnalesari spáar, at ferðin verður vandamikil, og ræður Saga til ikki at fortelja fyri nøkrum, hvør hon veruliga er.
Stór er tín trúfesti – Mikladals kirkja 111 ár er júst er útkomin. Komið og hoyrið nakrar anektodur úr longu søguni.
Í hesum triðja og higartil longsta stuttsøgusavninum hjá rithøvundinum eru 15 stuttsøgur.