Bókadagar 2026: Vælkomin í Høvundastovuna!

13.11.2026 | Bókadagar, Rithøvundar, Tíðindi, Tiltøk, Yrkismál

BÓKADAGAR 2026

Høvundastova fyri limir í Rit og aðrar høvundar

Aftur í ár hevur Rithøvundafelagið eina hugnaliga høvundastovu á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum.

Stovan er ætlað limum í Rithøvundafelagnum og øðrum høvundum at sita og taka sær av løttum millum tiltøkini.

Her ber til at spyrja um ymiskt felagnum viðvíkjandi og eisini at tekna seg sum lim.

Hvønn tíma er Høvundakorterið á okkara palli frammanfyri stovuna. Her lesa limir upp úr nýggjum verkum.

Skráin leygardag:

  • 12.15 Rakel Helmsdal lesur úr stuttsøguni When the Angels Came
  • 12.23 Høgni Mohr lesur úr bókini Elians sonur
  • 13.15 Hanus Kamban lesur úr bókini Úr høvundsins smiðju
  • 13.23 Elin á Rógvi lesurúr skaldsøguni Nivinaja
  • 14.15 Vivian Sjóklett lesurúr bókini Djúpt inni í skóginum – Finnast fjølbroytt loyndarmál
  • 14.23 Ingun Christensen lesurúr skaldsøguni Friðleys
  • 15.15 Snorri Brend lesur úr bókini Stór er tín trúfesti – Mikladals kirkja 111 ár
  • 15.23 Oddfríður M. Rasmussen lesur úr nýggja stuttsøgusavni hjá Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð
  • 16.15 Ungur gestayrkjari lesur egnar yrkingar

Skráin sunnudagin:

  • 10.15 Mouritz Mohr Joensen lesur úr Mín jólabók 2026
  • 11.15 Vár Berghamar Jacobsen lesur úr Luddi og Lundisa spæla krógva og blunda
  • 11.23 Sámal Soll lesurúr Mín jólabók 2026
  • 12.15 Silja Aldudóttir og Laura Gunnváardóttir lesur úr bókini Spádómurin – Norrønu gudarnir
  • 14.15 Elsubeth M. Fossádal lesurúr bókini Sukurvatt
  • 14.23 Helena Kannuberg lesur úr Mín jólabók 2026