Bókútgáva: Áin

6.11.2026 | Bókaútgáva, Tíðindi, Tíðindi frá limum

TÍÐINDASKRIV

Áin

Kim Simonsen

 


Í BÓKAHANDLUM     Hósdagin 5. november
PRÍSUR                      250 kr.
ÚTGEVARI                 Forlagið Eksil


 

Í Áin vendir ein maður aftur til ánna á Strondum, har hann vaks upp, og til tað, sum traumu gera við eitt menniskja mong ár aftaná: tað, sum situr í kroppinum, og minnini, sum koma fram.

Í yrkingum, brotum og hugleiðingum fylgir bókin ánni frá keldunum í fjallinum, gjøgnum bygdina og undir vegirnar, til hon at enda brestur út á sjógv. Áin er um vatnið, sum minnist. Um tað, sum menniskju tiga um.

Bókin flytur seg millum heimspeki, jarðfrøði og stjørnur. Hon er í samrøðu við rithøvundar og listafólk sum Toni Morrison, Natalie Diaz og Roni Horn, men eisini við fuglarnar, sílini, skordýrini og planturnar við ánna og við minnini um kríggið, sum eina ferð var í bygdini.

UM ÁIN EFTIR KIM SIMONSEN

„Tað gevur mær stóra vón, ikki bert sum lyrikklesari og skrivandi, men fyrst og fremst sum menniskja. Tað ber til at lekja, at grøðast og at fara víðari. Og at fara aftur til ánna. Og tað røkkur langt. Langt handan skriftina, sum lekir.“

– Anna Fohlin Mattsson


TILTØK

Móttøka á DARR Festival – Fríggjadagin 13. november kl. 20.45  – í Nýggjustovu (Gentukostdeildini)

Bókadagar í Norðurlandahúsinum – Leygardagin 14. november kl. 11


UM HØVUNDIN

Kim Simonsen er føroyskur rithøvundur, yrkjari og útgevari. Bøkur hansara eru komnar út í fleiri londum. Hann fekk M. A. Jacobsens virðisløn í 2014, varð tilnevndur til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2024 og fekk Listaflog Atlantic Airways í 2025. Í 2026 vann týðarin Randi Ward The Cliff Becker Book Prize in Translation fyri sína týðing av einum yrkingasavni hansara.


SAMBAND

Forlagið Eksil · Gróvargøta 11 · FO-513 Syðrugøta
Tlf. +298 214680 · forlagideksil@gmail.com
Ummæliseintøk og samrøður: forlagideksil@gmail.com