Yrkingaupplestur á ólavsøku
Kom við á árliga upplestrargongutúrin Licentia Poetica á ólavsøku! Vit byrja á løgmanstrappuni úti í Tinganesi kl. 15 og enda í Hans Andriasar húsi kl. 17, har okkurt gott verður at fáa. Upplestur á hvørjum stað er í 20 minuttir, og síðani ganga vit í 10 minuttir til næsta stað.
Kortið vísir, hvar steðgað verður á fyri at lesa upp yrkingar.
Skrá fyri upplestrargongutúrin Licentia Poetica:
1 – Kl. 15.00 Tinganes, løgmanstrappan: Jóanes Nielsen og Marjun Syderbø Kjelnæs lesa
2 – Kl. 15.30 Niels Finsen (Laðabrekka): Carl Jóhan Jensen og Rói Patursson lesa
3 – Kl. 16.00 Bojsensgarður (HNJ): Nansý Sunadóttir og Ludvík á Brekku lesa
4 – Kl. 16.30 Frk. Cohr: Bárður Persson og Rannvá Haldisardóttir Glerfoss lesa
5 – Kl. 17.00 Hans Andriasar hús: Helle Thede Johansen og Heðin M. Klein lesa
Ritsalon – Kríggj og Terror
Heystið er ávegis og tí hugnalig kvøld, har vit kunnu njóta...
Freistin til Vencil nummar 27
Vencil nummar 26 er ikki meir enn kølnaður, so er aftur ein...