Úr føroyskum til livandi og modernað nýnorskt
Lars Moa fekk 16. juni viðurkendu heiðurslønina hjá Letterstedska felagnum upp á 100.000 svenskar krónur.
Letterstedska felagið hevur síðan 1875 havt sum aðalmál at styrkja og menna mentanarligt samstarv millum norðurlendsku tjóðirnar.
Grundgevinging fyri at lata Lars Moa ársins heiðursløn var, at hann hevur umsett fleiri yrkingarsøvn úr føroyskum til livandi og nýmótans nýnorskt. Hetta er gjørt við høgum málsligum neyvleika, ið samstundis ber dám av djúpum innliti í mentanarligu og sosialu umstøðunum tær eru sprotnar úr.
Lars Moa hevur áður fingið heiðurslønir fyri at flyta føroyskt yvir í nýnorskt.
Nansý heiðrað við ársins Ebbu-virðisløn
Nansý Sunadóttir fekk í kvøld ársins Ebbu-virðisløn sum ungt...
Oddvør Johansen heiðurslimur
Rithøvundafelag Føroya heiðraði í kvøld tveimum rithøvundum fyri...