Turið Sigurðardóttir virðislønin latin fyri fyrstu ferð
Fyri 46. ferð letur American-Scandinavian Foundation (ASF) í New York virðislønir fyri týðingar av norðurlendskum skaldskapi til enskt.
Freistin fyri at luttaka í týðarakappingini í ár fór 15. september, og vinnarnir verða kosnir seinni.
Fyri fyrstu ferð verður latin Turið Sigurðardóttir virðislønin, sum verður givin fyri bestu ensku týðingina av einum upprunaverki á føroyskum ella íslendskum. Turið Sigurðardóttir virðislønin er 2.000 amerikanskar dollarar, ein bronsumedalja og útgáva í Scandinavian Review.
Tað er ein stóru heiður at fáa eina slíka virðisløn uppkallaða eftir sær. Turið Sigurðardóttir, ið er Professor Emerita á Fróðskaparsetur Føroya, hevur frammanundan fingið Íslandsfalkin og M.A. Jacobsens virðislønina fyri síni avrik, og er hetta enn eitt risaherðaklapp til hana.
Vit í Rithøvundafelagnum ynskja Turið Sigurðardóttir hjartaliga tillukku við uppkallingini. Spennandi verður, hvør fer at fáa fyrstu Turið Sigurðardóttir-virðislønina.
(mynd av netinum)
Góð verk hava brúk fyri tíð
“Góð verk hava brúk fyri tíð, kritikki og transformatión til at...
Tillukku Urd og Trygvi
Í gjár handaði Tórshavnar kommuna virðislønir M. A. Jacobsens...