Rým! Gud signi teg, Katrin
Ikki hesi orðini
“Ikki hesi/ orðini/ lívið hvørvur/ í tí sagda// millum orðini/ tigandi nev/ útbløddir fuglar// ikki hesi/ orðini/ men tey sum krevja/ nýggjan búna// Náttarorðini/ ið ósøgd fara/ við svørtum loti/ syngja tín sang/ lata myndirnar í/ ljóðlitir/ svølgja mánan/ skyggja á svørtum greinum/ til degningskuldin/ kemur …”
Hesi orðini eftir Ebbu Hentze eru skrivað til tey djørvu, sum tora og hava ein vilja at seta tey røttu orðini á tað, sum flest okkara ræðast, nemliga tað ósagda. Tey lýsa teir ósagdu sannleikarnar, tær søgurnar, sum fá okkara tora at siga, tí at vit eru bangin fyri, hvat onnur fara at halda um okkum. Hugsið tykkum ein heim við ongum slíkum menniskjum, ein heim, har vit mangla tey, sum veruliga fáa okkum út, har søgunnar innihald og innlivingin í persónsmenskum fær okkum at undrast á lívsins grundleggjandi innihald.
Ebba var eitt harðmørað menniskja, sum ikki hevði rúmd fyri neyðsemjum. Hon var eitt menniskja, sum alt sítt lív hevði dirvið til at ganga egnar ótroyttiligu leiðir.
Arnbjørn og eg ritstórnaðu í 2006 okkara fyrsta Vencil. Tá vóru vit helst eisini nakað yngri og eitt sindur meira braneggjaðir, enn vit eru í dag. Vit setta Ebbu stevnu, tí at hon hevði sent okkum 16 týddar yrkingar eftir Edit Södergran. Hon vildi ikki, at tað skuldi orðnast við telduposti ella telefon, og hesar sosialu miðlarnar, sum eru vorðnir gerandiskostur, hevði hon lisið niður og norð. Har var ikki so nógv at fílast at við týðingunum. Nei, hon vildi hava, at vit hittust úti á Landsbókasavninum, tí at har vóru bøkurnar. Vit settu okkum í rúmið, sum er á niðastu hædd. Hon forlangaði øskubikar, tí at hon vildi roykja, hóast tað ikki var loyvt. “So lata tit vindeygað upp, meðni,” segði hon við síni eyðkendu roykjararødd. Tá ið vit dittaðu okkum at spyrja um onkur orð, og um hon hevði hugsað um at broytt eitt orð til eitt annað, tá spurdi hon okkum, um tveir nalvungar sum vit ætlaðu okkum at seta spurnartekin við týðingarnar, sum hon hevði brúkt fleiri ár av sínum lívi uppá. Vit merktu, at hetta var ikki ein dama, sum lurtaði væl eftir, hvat onnur høvdu at siga. Og soleiðis var Ebba: óvikilig í sínum listarliga arbeiði, og eitt ógvuliga samansett og djarvt menniskja.
Rithøvundafelagið arvaði alt eftir Ebbu, og hon setti eisini krøv til arvin. Alt annað vildi ikki verið henni líkt. Hetta er stórfingin gáva hjá einum felag at fáa, og tað er við Ebbu í oyranum, at vit royna at finna eitt ungt listafólk, sum hevur víst góðar listarligar dygdir. Tað eru tey ungu, sum eru tey djørvu. Tað eru tey ungu listafólkini, sum flyti hugans mørk. Vit, sum eru komin upp í árini, vit eru dovnað, tá ið tað ræður um dirvið til at siga søgurnar, sum mugu sigast. Ebba var ein, sum alt sítt lív hevði dirvið at ganga egnar leiðir, og tað má endurspeglast í Ebbu-virðislønini.
Tað er kærkomið, tá ið fólk sum Katrin Joensen-Næs tora at skeikla undirgrundina, sum vit byggja okkara fordómar á. Slík fólk hava tað við at flyta verðina til okkurt betri, okkurt rúmligari. Og tíbetur er Katrin eitt listafólk, sum ikki dugir annað enn at vera ærlig og hvatorðað. Í filmum hennara tosa tey ikki nógv. Nógv ósagt liggur krógvað í rørslum, í støðgum, tað fer alt við lotinum og syngur sín tigandi sang, og tað er í hesum, at søgan verður førd fram í ljósið.
Katrin er ung. Hon er djørv, tá ið hon viðger evni. Hon vil hava, at hyggjarin ikki tekur støðu beinanvegin. Hyggjarin verður við søguni førdur gjøgnum handritið, og hann tekur støður á vegnum. Samhugin við persónarnar skiftir. Ta einu løtuna føla vit við einum persóni, og áðrenn vit vita av, føla vit við einum øðrum persóni, og vit eru ikki altíð so álvulig við samkensluna í okkum. Katrin hvørki bakkar fyri politiskum trýsti ella egnum iva. Hon er ivaleys í sínum frásagnarkynstri, og tú gerst onkursvegna góður við allar persónarnar, um teir eru óreinir og beistaktigir ella reinir og góðvarnir.
Seinasta ørindi í yrkingini eftir Ebbu Hentze, “Kata: ein seinkaður nekrologur”, sigur nógv. Yrkingin er um ein kvinnu, sum fer í útlondini at lesa, men má koma heimaftur at taka sær av familjuni og má geva upp dreymin. Ørindið ljóðar soleiðis:
“Eg eigi títt myndatól og brævið/ Tú skrivaði mær dagin tú doyði:/ “Góða,” skrivar tú, góða./ “Køb Visdom for det bedste du ejer:/ Køb Forstand for alt hvad du har./ Ordsprogenes bog/ “Rým! Gud signi teg, Kata.””
Katrin hevur í eitt ár gingið á Ritlist á Setrinum, og nú er hon sloppin inn á Danska Filmsskúlan. Man hevur hug at siga sum Ebba í yrkingini: “Rým! Gud signi teg, Katrin.”
Ella ger sum gamli maðurin í yrkingi “Tú ræðist grálýsið”, eisini eftir Ebbu:
“Tú ræðist grálýsið/ vindin/ og gráar dagar/ tá øll verðin er einlitt/ og roynitrøini pínast móti skjøldrinum/ og einasta farið á fjørðinum/ er tristurin/ og gamli maðurin/ sum hálar kúvingarlínuna inn/ eitt høvd fyri/ og annað eftir.”
Góða Katrin
Far tú og hála tær góðu søgurnar inn … eina fyri/ og aðra eftir
Nansý heiðrað við ársins Ebbu-virðisløn
Nansý Sunadóttir fekk í kvøld ársins Ebbu-virðisløn sum ungt...
Oddvør Johansen heiðurslimur
Rithøvundafelag Føroya heiðraði í kvøld tveimum rithøvundum fyri...