Nansý heiðrað við ársins Ebbu-virðisløn
Nansý Sunadóttir fekk í kvøld ársins Ebbu-virðisløn sum ungt skald. Hetta hendi á hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum, stutt eftir at Bókadagarnir 2025 vórðu skotnir ígongd.
Grundgevingin hjá Rithøvundafelagi Føroya at lata Nansý Sunadóttir virðislønina er soljóðandi:
Grundgeving
Rithøvundafelag Føroya hevur gjørt av at lata Nansý Sunadóttir ársins Ebbu-virðisløn. Virðislønin, sum er 25.000 krónur, verður á hvørjum ári latin ungum rithøvundi, sum hevur sýnt serligar gávur. Tað metir Ritøvundafelagið, at Nansý hevur gjørt, við dygdargóða yrkingasavni sínum Eg hvessi mær knívin, eg komi heim, sum kom út á forlagnum Ungu Føroyum í fjør.
Við djarva yrkingasavni sínum hevur Nansý serliga lagt dent á tabuevnið sjálvsskaða, sum ikki áður er lýst á vakran hátt í føroyskum bókmentum.
Savnið er sett saman av stuttum yrkingum, sum fylgja ungu kvinnuni – yrkjara-egnum – í royndum sínum at basa tungum tonkum og kenslum. Hóast mangan óunniligu lýsingarnar av sjálvsskaða, sýnist yrkjara-egið at vera komið fram til, at valdu yvirlivingarsnildirnar helst ikki vóru so snildar kortini, og samstundis eisini at sannkenna, at tær vóru neyðugur partur av menningargongdini hjá júst hesum unga menniskjanum. Stutt sagt tekur yrkjara-egið grímuna av og fevnir sína egnu søgu sum hon er.
Tað er djarvt og forloysandi, og hjá lesaranum kann tað vera ein uggi ella eitt innlit, alt eftir støðuni hjá móttakaranum sjálvum.
Við hesi fyrstu útgávuni hjá Nansý Sunadóttir síggja vit hana sum ein ungan spíra, sum vit vóna at frætta nógv meira frá í framtíðini.
Um Ebbu-virðislønina
Virðislønin ber navnið eftir rithøvundan Ebbu Hentze, sum livdi 25. september 1929 – 20. mai 2015.
Ebba Hentze var fjølltáttaður og viðurkendur høvundur, sum skrivaði bæði barnabøkur, stuttsøgur og yrkingar. Umframt sítt víðfevnda virksemi sum rithøvundur og týðari, legði Ebba stóran dent á at veita yngri høvundum ráð og vegleiðing.
Tá ið hon skrivaði testamenti, hevði hon eisini rithøvundar og serliga teir yngru rithøvundarnar í huganum. Í testamentinum stendur soleiðis skrivað:
“Eftir mín deyð skal Listasavn Føroya arva málningar og onnur myndlistaverk, sum eftir meg eru. Annað, sum er eftir meg, herundir pengar, bøkur og allar aðrar ognir, skal Rithøvundafelag Føroya arva at nýta til stuðul til ungar rithøvundar, ið hava sýnt serligar gávur. Somuleiðis skal Rithøvundafelag Føroya til sama endamál arva øll rættindi míni sum rithøvundur, herundir framtíðar inntøkur frá danska bókasavnsgrunninum”
Við hesum í huga setti nevndin fyri Rithøvundafelag Føroya 26. november 2017 á stovn EBBU-virðislønina.
Oddvør Johansen heiðurslimur
Rithøvundafelag Føroya heiðraði í kvøld tveimum rithøvundum fyri...
Heðin M. Klein heiðurslimur
Rithøvundafelag Føroya heiðraði í kvøld tveimum rithøvundum fyri...