Ritsalon um skattaviðurskifti við upplestri
Altjóða bókadagin, 23. apríl, skipar Rithøvundafelag Føroya fyri almennum tiltaki í Gallarí Havnará.
Tvey starvsfólk frá TAKS koma at ráðgeva og greiða frá ymiskum skattaviðurskiftum hjá listafólkum.
Í Rithøvundafelagnum duga vit at taka tað søta við tí salta, tí er eisini ein lættari partur á hesi ritsalonini: upplestur, har Svanna Jákupsdóttir og Oddfríður Marni Rasmussen fara at lesa upp.
Tiltakið er alment og byrjar klokkan 19:00 tann 23. apríl í Gallarí Havnará.