Ritsalon á Faroe Islands Literature Festival
Ritsalonin hendan mánaðin verður í Gallarí Havnará fríggjakvøldið 28. februar kl. 21.
Í døgunum 26. februar til 1. mars sær ein nýggjur bókmentafestivalur dagsins ljós í Føroyum: Faroe Islands Literature Festival. Í hesum sambandi hevur Rithøvundafelagið, í samstarvi við festivalin og Gallarí Havnará, boðið sjey yrkjarum at lesa upp egnar yrkingar á mánaðarligu ritsalonini.
Yrkjararnir eru: Johan Jönson (Svøríki), Marjun Syderbø Kjelnæs, Naja Maria Aidt (Danmark), Jóanes Nielsen, Nansý Sunadóttir, Trygvi Danielsen og Beinir Bergsson.
Vit gleða okkum at síggja øll, bæði limir í Rithøvundafelagnum og øll onnur, til eitt hugnaligt kvøld við Havnará.
Góð verk hava brúk fyri tíð
“Góð verk hava brúk fyri tíð, kritikki og transformatión til at...
Tillukku Urd og Trygvi
Í gjár handaði Tórshavnar kommuna virðislønir M. A. Jacobsens...