Rithøvundafelagið og Nám gjørt nýggjan sáttmála
Rithøvundafelag Føroya og Nám undirskrivaðu í gjár ein nýggjan sáttmála um samsýningar til rithøvundar fyri umbiðið, nýtt tilfar, umbidnar týðingar, og rættindi at brúka upprunaverk í útgávum hjá Námi. Sáttmálin er galdandi næstu trý árini, frá 1. januar 2024-31. desember 2026.
Dagførdir takstir og nýtt minsta gjald
Fleiri broytingar eru gjørdar í mun til gamla sáttmálan, serliga eftir ynski frá Rithøvundafelagnum. Takstirnir fyri hvørja normalsíðu eru dagførdir, og grundtaksturin fyri bæði umbiðið, nýskrivað tilfar, og fyri týðingar er tvífaldaður úr kr. 1.000,00 til kr. 2.000,00. Eisini er eitt minsta gjald á kr. 500,00 ásett fyri rættindi at brúka upprunaverk í útgávum hjá Námi.
Serstaki sáttmálin kann nú sigast upp
Sáttmálin millum Rithøvundafelagið og Nám leggur framvegis upp til, at ein serstakur sáttmál verður gjørdur millum rithøvund og Nám í hvørjum einstøkum føri, men sum nakað nýtt inniheldur sáttmálin nú eina áseting um, at partarnir eftir 6 árum kunnu krevja, at serstaki sáttmálin verður dagførdur, og at sáttmálin kann sigast upp, um partarnir ikki kunnu semjast.
Sáttmálavavið tilskilað nærri
Nýggi sáttmálin tilskilar nú í § 1, at hann er galdandi fyri allar rithøvundar, sum gera umbiðið og nýskrivað tilfar, men ikki fyri lærarar og onnur, sum í sínum starvi fáa løn fyri at gera tilfar til Nám.
Sáttmálin er at finna her.
Mynd: Á myndini síggjast Eyðun Gaard, stjóri í Námi, vinstrumegin, og Sámal Soll, næstformaður í Rithøvundafelag Føroya, beint eftir at sáttmálin varð undirskrivaður. Myndina eigur Rithøvundafelagið.
Nansý heiðrað við ársins Ebbu-virðisløn
Nansý Sunadóttir fekk í kvøld ársins Ebbu-virðisløn sum ungt...
Oddvør Johansen heiðurslimur
Rithøvundafelag Føroya heiðraði í kvøld tveimum rithøvundum fyri...