Rithøvundafelagið á Bókadøgunum

15.11.2023 | Bókadagar, Tíðindi, Tiltøk

Rithøvundafelagið fer í ár at verða meiri sjónligt enn vanligt á Bókadøgunum, sum verða í Norðurlandahúsinum í døgunum frá 17-19. november 2023. Her skulu vit siga frá tí, sum Rithøvundafelagið er beinleiðis partur av. Ein full skrá fyri allar Bókadagarnar er at finna á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum www.nlh.fo

Poesikvøld á Blábar, fríggjakvøldið kl. 20.00

Startskotið hjá Rithøvundafelagnum verður Poesikvøld á Blábar, Niels Finsens gøtu 23, fríggjakvøldið 17. november kl. 20.00. Tá fara fleiri av teimum rithøvundunum, sum luttaka á ársins bókadøgum, at lesa upp:

Lív Maria Róadóttir Jæger, Kim Simonsen, Vónbjørt Vang, Helgi Rasmussen, Rannvá Næs Hoydal, Beinir Bergsson, Guðrið Poulsen og Oddfríður Marni Rasmussen.

Rithøvundafelagið hevur sín egna bás

Í ár hevur Rithøvundafelagið sín egna bás, sum verður í Forhøllini, beint við matstovuna. Vit vóna, at bæði limir felagsins og vitjandi á bókadøgunum fara at nýta høvi til at vitja básin. Nýggir limir kunnu tekna seg har, og felagið fer eisini at kunna um sítt virksemið, eitt nú um nýggja samstarvið við Føroyar Lesa, um at fáa fleiri rithøvundar út á skúlarnar at vitja.

Rithøvundar signera bøkur

Beint yvirav básinum hjá Rithøvundafelagnum, fara rithøvundarnir, sum luttaka í skránni hjá Bókadøgunum, at signera bøkur beint eftir tiltøkini, sum teir luttaka í. Eisini verður pláss til, at aðrir rithøvundar, sum hava givið út bøkur nýliga, men sum ikki eru beinleiðis partur av skránni fyri Bókadagarnar, kunnu signera bøkur. Nakrir teirra eru Malan Poulsen, sum fer at signera leygardagin kl. 14.15, og Sólrun Michelsen, sum fer at signera sunnudagin kl. 14.15.

BókaBrell og Rithøvundafelag Føroya: samrøður við rithøvundar

Í Forhøllini, í krókinum framman fyri matstovuna, verður ein lítil pallur, har stuttar samrøður verða við nakrar rithøvundar, sum eru limir í Rithøvundafelagnum. Hetta er eitt samstarv við BókaBrell, sum er ein poddur, sum Oyvør Dam Jacobsen og Connie Rasmussen frá Bókasavninum við Løkin gera. Samrøðurnar verða tiknar upp sum poddur og givnar út eftir Bókadagarnar. Ein serstøk skrá er fyri hetta, sum eisini er at finna á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.