Licentia Poetica á Ólavsøku
Bókmentagonga Ólavsøkudag
Aftur í ár skipa Vencil og Rithøvundafelag Føroya fyri upplestri Ólavsøkudag, 29. juli frá klokkan 15.00 til 17.00.
Upplesturin byrjar í Boysensgarði og endar við húsini hjá Hans Andriasi Djurhuus, har Rithøvundafelagið heldur til.
Talan er um ein gonguupplestur, har nakrir av fremstu rithøvundum í Føroyum fara at lesa upp úr verkum sínum. Tveir høvundar lesa upp á hvørjum stað, teir lesa í 10 minuttir hvør, og so brúka vit 10 minuttir til gák og prát á vegnum til næsta upplestrarstaðið.
Skráin fyri upplestrargonguna er henda:
15.00: Boysensgarður: Beinir Bergsson og Rannvá Haldisdóttir Glerfoss
15.30: Gamli kirkjugarður undir Svínaryggi: Oddfríður Marni Rasmussen og Rakel Helmsdal
16.00: Viðarlundin – við standmyndina av Tariru: Marjun Syderbø Kjelnæs og Jóanes Nielsen
16.30: Garðurin hjá Hans Andreas Djurhuus: Kim Simonsen og Vónbjørt Vang
Vónandi møta nógv í góðum ólavsøkuskaldskaparhýri.
Ritsalon – Kríggj og Terror
Heystið er ávegis og tí hugnalig kvøld, har vit kunnu njóta...
Freistin til Vencil nummar 27
Vencil nummar 26 er ikki meir enn kølnaður, so er aftur ein...