Rithøvundafelagið á Bókadøgunum 2024

11.11.2024 | Bókadagar, Tíðindi

Árligu bókadagarnir verða í Norðurlandahúsinum komandi vikuskifti. Aftur í ár hevur Rithøvundafelagið sín egna hugnaliga bás, har bæði limir og ikki-limir kunnu vitja og skifta orð um felags áhugamál. Básurin er í ár í Dansistovuni.

Rithøvundafelagið stendur sjálvt fyri fimm tiltøkum á Bókadøgunum, har fýra teirra verða í Dansistovuni.

Skráin hjá Rithøvundafelagnum sær soleiðis út: 

Fríggjakvøldið 15. november kl. 20

Yrkingaupplestur í Blábar, Niels Finsensgøtu 23. Hetta er upphiting til sjálvar bókadagarnar. Tey sum fara at lesa eru: Oddfríður M. Rasmussen, Jóanes Nielsen, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, Rannvá Glerfoss, Nansý Sunadóttir og Svanna Jákupsdóttir.

Leygardagin 16. november

Básurin í Dansistovuni er opin frá kl. 10-19

10.45 Vencil – eitt tíðarrit fyri skaldskap á føroyskum. Vencil nr. 23/2024 verður lagdur fram, og høvundar lesa tekstir úr ritinum.

13.45 Søgur úr Latínamerika við Marionnu Hoydal. Týðarasamrøða, vertur er Sámal Soll.

15.45 Yrkingaupplestur. Nýggjar yrkingar. Tey sum fara at lesa eru: Randi Ward, Vónbjørt Vang og Lív Maria Róadóttir Jæger.

Sunnudagin 17. november

Básurin í Dansistovuni er opin frá kl. 10-16

10.30 Flytifuglar og Útnorðurheiðurslønin við Elini á Rógvi. Rithøvundasamrøða.

12.30 Føroyskar barnabókarøðir við Helle, Marjuni og Rakel. Rithøvundasamrøða.

Til ber at fylgja við og at síggja skránna fyri Bókadagarnar á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum https://www.nlh.fo/ og á Facebooksíðuni https://www.facebook.com/nordurlandahusid. Í ár hava tey eisini prentað skránna, og hon kann takast niður sum pdf her: Tak skránna niður

Vit gleða okkum at síggja nógv vitjandi á básinum hjá Rithøvundafelagnum á Bókadøgunum 2024!