Poetiskur gongutúrur á ólavsøku 2025
Kom við á árliga upplestrargongutúrin Licentia Poetica á ólavsøku! Vit byrja úti á Skinnaraskeri kl. 15 ólavsøkudag 29. juli, og enda í Hans Andriasar húsi kl. 17, har okkurt gott verður at fáa. Upplestur á hvørjum stað er í umleið 20 minuttir, og síðani ganga vit í umleið 10 minuttir til næsta stað.
Soleiðis ganga vit á ólavsøku.
Skrá fyri upplestrargongutúrin Licentia Poetica á ólavsøku 2025:
1 – Kl. 15.00 Skinnarasker: Svanna Jákupsdóttir og Oddfríður Marni Rasmussen lesa
2 – Kl. 15.30 Gamla bókasavnið (Erling Jals gøta): Bergur Rasmussen og Rakel Helmsdal lesa
3 – Kl. 16.00 Bojsensgarður (HNJ): Beinir Bergsson og Rói Patursson lesa
4 – Kl. 16.30 Tinghúsvegur 22: Jana Mortensen og Henrik Weihe Joensen lesa
5 – Kl. 17.00 Hans Andriasar hús: Carl Jóhan Jensen og Marjun Syderbø Kjelnæs lesa
Ritsalon – Kríggj og Terror
Heystið er ávegis og tí hugnalig kvøld, har vit kunnu njóta...
Freistin til Vencil nummar 27
Vencil nummar 26 er ikki meir enn kølnaður, so er aftur ein...