Licentia Poetica 2026 – Myndafrásøgn
Ólavsøkudag høvdu Vencil og Rithøvundafelagið árins poetiska gongutúr í strálandi sólskinni.
Ferðin byrjaði í Boysensgarði, har Rannvá Glerfoss og Beinir Bergsson lósu. Hagani gekk leiðin út í Gamla Kirkjugarð og yrkingar hjá Rakel helmsdal og Oddfríða Marna Rasmussen, síðani niðan til Tariru í jaðaranum á Viðarlundini, har Marjun Syderbø Kjelnæs og Jóanes Nielsen lósu. Vónbjørt Vang og Kim Simonsen endaður upplestrargonguna í garðinum hjá Hans Andrias Djurhuus.
Her ber til at klikkja seg gjøgnum vakra túrin í myndunum, ið Oddfríður og Rakel tóku á túrinum.
Vencil og Rithøvundafelagið takka teimum trúgvu áhoyrarunum, sum fylgdu okkum á ferðini. Vit gleða okkum at síggja tykkum komandi ár
Turið Sigurðardóttir virðislønin latin fyri fyrstu ferð
Fyri 46. ferð letur American-Scandinavian Foundation (ASF) í New...
Ritsalon – Kríggj og Terror
Heystið er ávegis og tí hugnalig kvøld, har vit kunnu njóta...