Vencil nummar 26 er ikki meir enn kølnaður, so er aftur ein innlatingarfreist. Hetta verður eitt gott heyst, tí at fyri 20 árum síðani, góvu vit út tann fyrsta Vencilin út. 20 ár eru ikki 20 dagar. Hann ber seg væl og samanlagt eru góðar 2.800 síður av dygdargóðum skaldskapi givnar út. Tað er ikki onk


Permuna til fyrsta Vencilin gjørdi Tóroddur Poulsen.

Fríggjadagin 07. august er freistin at lata inn tilfar til Vencil nummar 27.

Hvat merkir dygdargóður skaldskapur:

Øll kunnu senda inn tilfar til Vencil, og tað kann gerast alt árið runt.

Treytirn fyri upptøku er, at talan er um skaldskap á bundnum ella óbundnum máli, uppíroknað essays, ella stutt ummælir av nýggjari føroyskum skaldskapi, og at tilfarið er væl og virðiliga arbeitt ígjøgnum og stórt sæð liðugt, áðrenn tað verður sent okkum.

Teksturin, sum verður sendur inn skal verða sendur teldutøkur á til vencil@vencil.fo. Ikki sum pdf-skjal, men sum word-skjal ella líknandi.

Síðani gera vit viðmerkingar til tekstin hjá teimum, sum vit taka við og senda hann aftur, so at høvundurin kann arbeiða tekstin lidnan.

Við vón um nógv gott tilfar.

Við skaldskaparkvøðu

OMR & AÓD