Høvundastovan

4.11.2025 | Bókadagar, Tíðindi

📚 BÓKADAGAR 2025 📚

Høvundastovan

Rithøvundafelagið fer aftur í ár at hava eina høvundastovu á Bókadøgum. Vit hava nakað av hugnanum úr Hans Andriasar húsið niðan við okkum, og bjóða høvundum inn í stovu okkara at taka sær av løttum eina løtu og práta um bókmentir og høvundayrki.
Stovan er ætlað høvundum, sum taka lut á Bókadøgum og limum felagsins, sum vitja tiltøkini fríggjadag og leygardag.
 
Eisini ber til at koma og kunna seg um felagið og at tekna seg sum lim.