Høvundakorterið

5.11.2025 | Bókadagar, Tíðindi

📚 BÓKADAGAR 2025 📚

Høvundakorterið

Í hesum sambandi fara vit at hava opna mikrofon eina ferð í tíman.
Her fara útgávuaktuellir høvundar, ið eru limir í Rithøvundafelagnum, at lesa úr nýprentaðum tekstum í tilsamans 15 minuttir hvørja ferð.
 
Upplestur verður:
kl. 10.45 Snorri Brend og Marianna Hoydal
kl. 11.45 Petur Mohr Reinert og Helgi Rasmussen
kl. 12.45 Jóanes Nielsen og Uni Arge
kl. 13.45 Trygvi Danielsen og Oddfríður Marni Rasmussen
kl. 17.45 Rakel Helmsdal
 

Høvundastovan

Rithøvundafelagið fer aftur á ár at hava eina høvundastovu á Bókadøgum. Stovan er ætlað høvundum, sum taka lut á Bókadøgum og limum felagsins, sum vitja tiltøkini hesar dagarnar.
Her ber til at taka sær av løttum eina løtu og práta um bókmentir og høvundayrki.
Eisini ber til at koma og kunna seg um felagið og at tekna seg sum lim.