Heðin M. Klein heiðurslimur
Rithøvundafelag Føroya heiðraði í kvøld tveimum rithøvundum fyri drúgt og dygt arbeiði fyri føroyskum bókmentum. Annar teirra er Heðin M. Klein, sum fekk heiðursbræv við hesum orðum:
Heiðursbræv
Heðin M. Klein hevur við sínum málsliga nærlagni viðgjørt lívsins mangfoldigu løtur í sínum skaldskapi. Um tað er í hansara egnu yrkingum ella í týðingum, tað tað sama. Hann hevur flutt heimsbókmentir yvir í føroyskt mál. Bæði Nelly Sachs og Paul Celan eru nú á føroyskum, og norska skaldið Olav H. Hauge. Sum høvundur skarar Heðin framúr. Mest týðandi bókin, hann hevur ríkað okkum við, er yrkingasvitan, Tað orðið.
Heðin hevur í fleiri umførum sitið í nevndini í Rithøvundafelagi Føroya, har hann hevur starvast fyri at betra um korini hjá rithøvundum í Føroyum. Tað hevur hann gjørt við stórum innliti í politiskar leikir, og góðum og væl umhugsaðum grundgevingum.
Tí nevnir Rithøvundafelag Føroya í dag Heðin M. Klein til heiðuslim.
Ritsalon – Kríggj og Terror
Heystið er ávegis og tí hugnalig kvøld, har vit kunnu njóta...
Freistin til Vencil nummar 27
Vencil nummar 26 er ikki meir enn kølnaður, so er aftur ein...