EBBA handað á Bókadøgum
📚 BÓKADAGAR 2025 📚
Rithøvundafelagið heiðrar tríggjar limir
Fríggjakvøldið 14. november fer Rithøvundafelagið at handa árligu EBBU-viðrislønina.
Hetta verður í Norðurlandahúsinum á árligu Bókadøgunum beint eftir setanina av Bókadøgunum kl. 19.
EBBU-virðislønin verður latin ungum rithøvundi, ið vísir serlig evni. Rithøvundurin Ebba Hentze lat Rithøvundafelagnum part av sínum arvi til virðisløn at heiðra lovandi ungum høvundum.
Síðani fer Rithøvundafelagið at tilnevna tveir heiðurslimir, ið hava gjørt eitt megnar arbeiði fyri bókmentir og felagið. Í hesum sambandi verða bøkur hjá høvundunum vístar fram.
Góð verk hava brúk fyri tíð
“Góð verk hava brúk fyri tíð, kritikki og transformatión til at...
Tillukku Urd og Trygvi
Í gjár handaði Tórshavnar kommuna virðislønir M. A. Jacobsens...