Poetiskur gongutúrur á ólavsøku
Rithøvundafelagið tekur í ár upp aftur táttin at skipa fyri Licentia Poetica á ólavsøku. Licentia Poetica er ein poetiskur gongutúrur, har yrkjarar lesa upp ymsastaðni í miðbýnum.
Gongutúrurin byrjar við upplestri í Bojsensgarði, beint við Gamla bókahandil, ólavsøkudag 29. juli, kl. 15.00, og endar umleið kl. 16.30 í blómugarðinum uttan fyri Hans Andriasar hús, undir Pisuvarða 2, har Rithøvundafelagið dagliga heldur til.
Fullfíggjað skrá við støðum, tíðum og luttakandi yrkjarum verður løgd á heimasíðuna hjá Rithøvundafelagnum nakrar dagar áðrenn ólavsøku.
Turið Sigurðardóttir virðislønin latin fyri fyrstu ferð
Fyri 46. ferð letur American-Scandinavian Foundation (ASF) í New...
Ritsalon – Kríggj og Terror
Heystið er ávegis og tí hugnalig kvøld, har vit kunnu njóta...