Bókaútgáva: “Marra” eftir Rakel Helmsdal

12.11.2026 | Føroyskar bókmentir, Prosa, Rithøvundar, skaldsøgur, Tíðindi, Tíðindi frá limum, Tiltøk

TÍÐINDASKRIV

Marra

Rakel Helmsdal

 


 

Skaldsøgan Dreymsótt endaði sum ein marra. Marra byrjar sum ein.

Perma: Dreymsótt Skaldsøga Rakel HelmsdalÍ 2023 kom dystopiska skaldsøgan Dreymsótt. Hon gongur fyri seg í 2026, tá Føroyar eru vorðnar eitt korrupt eftirlitsamfelag, har stjórnin likist nógv meira einaveldi enn demokrati.

Fólk livað kúga av eini harðari Stigaskipan undir ævigum eftiliti av Einglunum, dronunum sum alsamt flúgva gjøgnum gøturnar og skráseta alt og øll.
Fýra kvinnur í ymsum aldri eru við til at seta ferð á eina kollvelting, sum leingi hevur ligið og prutla undir kúgaða fólkinum.
Dreymsótt endar við misseygnaðu kollveltingini og alt tykist vera farið fyri skeytið.
 
Marra er hin helvtina av søguni, eitt beinleiðis framhald, og vit byrja við misseydnaðu kollveltingina og fylgja teimum fimm høvuðspersónunum, meðan tey hvør í sínum lag royna at sleppa sær burtur úr ræðuleikunum.
Hvat gert tú, tá einasti møguleikin at bjarga tínum egnu og tínum landi er at rýma av landinum? Og hvussu rýmir tú, onki far er til at flyta teg av landinum, sum Stjórnin ikki hevur eftirlit við?
Og ber til at rýma úr einum fongsli, sum er inni í einum fjalli og sum almeningurin ikki veit er til?
 
 

 

Marra kemur út á Orð & tónum, hóskvøldið 12. novembur, kl. 20 í Reinsarínum.
Tá fer Rakul í Gerðinum at hava samrøðu við høvundan.

 

Leygardagin 14. november, kl. 14 verður eisini útgávutiltak á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum.
Tá fara Sanna Klein og Rannvá Mortansdóttir at hava samrøðu við Rakel Helmsdal um bókina.
Sofía Nolsøe, sum læs Dreymsótt upp sum framhaldssøga í Kringvarpinum, fer at lesa brot úr bókini.
 

 

(Myndir – bæði permur og høvundamynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)