Bókaútgáva: “Føroyskar sagnir” eftir Heiðrik á Heygum
TÍÐINDASKRIV
Føroyskar sagnir
Heiðrikur á Heygum
Nýggj bók blæsur nýtt lív í gomlu føroysku sagnirnar
Í sjaldsama vøkru bókini FØROYSKAR SAGNIR, ið Heiðrikur á Heygum hevur myndprýtt og lagt til rættis, sigur hann m.a., at ynskið við bókini er, at hon verður latin komandi ættarliðum sum ein áminning um uppruna okkara, at hann vónar, at endursagnirnar og myndirnar av huldufólki og gandakellingum, ið prýða bókina, eisini kveikja lesarans huga og bera hann inn í eina farna tíð, tá ið hesar sagnir vóru eins og ramasti veruleiki.
Vónin er eisini, at gomlu røddirnar hjá bóndafólkunum, gandakellingunum, huldufólkunum, hetjunum og mótstøðufólkunum við hesi bók fáa nýtt lív og verða bornar víðari, so tær ikki hvørva í gloymskuni. Eitt minni um tey, ið vóru undan okkum, og um landið, sum tey myndaðu og løgdu lunnar undir. At tey ikki bert eru leivdir úr eini farnari tíð, men livandi partar av samleika okkara.
Hetta er Heiðriks egna endursøgn. Hon byggir á aldagomlu siðvenjuna, sum í hesi útgávu verður søgd við hansara rødd og myndum. Ávísar tillagingar eru gjørdar, so málið kennist minni fornt.
Í øldir livdi føroyska hugflogið einans í orðum. Ikki fyrr enn miðskeiðis í 20. øld vórðu einstakar føroyskar sagnir klæddar í myndaham.
Myndirnar í savninum eru ein roynd at fanga ein part av føroysku sálini, og miðað verður ímóti at tekna klæðini og støðini søguliga rætt, men tó altíð við einum gandakendum brá.
Myndirnar eru sprotnar úr siðsøguligari mentan, landslagi og søgu okkara umframt úr myndamálinum hjá Williami Heinesen og Elinborg Lützen. Serliga tey prýðiligu mynstrini, sum ímynda huldufólk, eru teknað við beinleiðis brá av myndlistini hjá Williami. Á henda hátt verður pápin at føroyskum huldufólkum og trøllum fagnaður.
Á Orð & tónum hóskvøldið 12. novembur í Reinsarínum verður høvið at síggja myndatulkingarnar hjá Heiðrikki á Heygum.
Bókaútgáva: “Marra” eftir Rakel Helmsdal
TÍÐINDASKRIV Marra Rakel Helmsdal Skaldsøgan Dreymsótt endaði sum ein marra. Marra byrjar sum ein. Í 2023 kom dystopiska skaldsøgan Dreymsótt. Hon gongur fyri seg í 2026, tá Føroyar eru vorðnar eitt korrupt eftirlitsamfelag, har stjórnin likist nógv meira...
Les føroyskt-vikan – Mikudagsskráin
BÓKADAGAR OG LES FØROYSKT-VIKAN 2026 Alt bókmentatilfarið mikudagin 11. november 07:15 Ljóð Barnaútvarpið Bókavika: Ferðin til Kongurvág - Urd Johannesen 08:05 Ljóð Góðan morgun Føroyar Rakel Helmsdal - upplestur & prátFrá 17.15 12:00 Ljóð Dagsins yrking...
Bókadagar 2026 – EBBUvirðislønin
Hvør fær EBBUna?EBBU-virðislønin verður latin ungum rithøvundi, ið vísir serlig evni. Rithøvundurin Ebba Hentze lat Rithøvundafelagnum part av arvi sínum til virðisløn at heiðra lovandi ungum høvundum. Hvør fær heiðurin í ár og tær 25.000 krónurnar, sum fylgja við,...