Limaskapur

Rithøvundafelag Føroya

Samband

Rithøvundafelag Føroya

Samband

Limaskapur í Rithøvundafelagnum

Vil tú vera limur í Rithøvundafelagnum?

Ert tú høvundur, týðari og/ella myndprýðari kanst tú gerast limir í Rithøvundafelagi Føroya. Hevur tú hevur útgivið egið verk, ert tú undir viðkomandi útbúgving, so sum Ritlist-útbúgvingini á Fróðskaparsetri Føroya, ella virkar tú sum rithøvundur/skrivandi fólk, ert tú vælkomin at senda okkum umsókn um limaskap á rit@rit.fo.

Uttan mun til, um tú skrivar ella týðir skaldsøgur, yrkingar, stuttsøgur, ævisøgur, bygdasøgur, yrkisbøkur ella kókibøkur til ein og hvønn aldursbólk, ella um títt verk er at gera myndir til hesar tekstir/bøkur, kanst tú senda okkum ein teldupost um limaskap.

Limir í Rithøvundafelagnum hava atgongd til eitt netverk av skrivandi fólkum og møguligum samstarvsfeløgum og/ella sparringspartnarum. Teir hava møguleika at taka lut í verkstovum og tiltøkum, sum kunnu hjálpa at menna skrivingina. Limir hava eisini møguleika at skipa fyri viðkomandi skeiðum og tiltøkum undir felagsins virkisøki.

Hvat gera vit?

Vit arbeiða fyri rættindum og upphavsrættindamálum hjá limum okkara og gera sáttmálar og avtalur, sum skulu gera tað liviligt fyri okkum, sum fáast við at skriva í Føroyum.

Vit virka fyri áhugamálunum hjá føroyskum rithøvundum og verja rættindi teirra. Harumframt virkar felagið fyri, at føroyskar bókmentir fáa góðar umstøður at mennast og trívast.

Vit arbeiða fyri at gera bókmentir og høvundar sjónlig í samfelagnum og í eini tíð, tá fólk lesa minni og minni, vilja vit vera við til at venda hesi gongdini.

Rithøvundafelagið er eitt av limafeløgunum í LISA, Listasambandi Føroya. Eisini gjøgnum tey, eru vit við til at arbeiða fyri rættindum hjá føroyskum listafólkum sum heild.

Hvar eru vit?

Rithøvundafelagið heldur til í Hans Andriasar húsi í Havn , har vit javnan hava tiltøk fyri og við limum okkara, bæði almenn tiltøk og serlig limatiltøk. Av og á hava skipa vit eisini fyri hugnaligum limaveitslum.

Tekna teg sum lim

Hevur hetta tín áhuga, send okkum so ein teldupost á rit@rit.fo, við CV og lista yvir útgávur. Alt telur, skaldsøgur, nógvar stuttsøgur/yrkingar í tíðarritum v.m.

Hevur tú spurningar til okkara, kanst tú senda teir til somu adressu.

Les meira um limaskap her: Limir

Rithøvundafelag Føroya

Undir Pisuvarða 2

FO-100 Tórshavn

Føroyar

Telefon +298 224090

T-postur rit@rit.fo

Facebook (almenn síða)

Facebook (limasíða)