Limir
Arbeitt verður við at gera eitt nýtt, dagført yvirlit yvir limir felagsins her á nýggju heimasíðuni. Hetta tekur tíð, og til nýggja skráin verður klár, vísa vit til limaskránna á gomlu heimasíðuni, har hópin av hentum upplýsingum eru at finna.
Gevið gætur!
Av tí at tað eru limirnir sjálvir, sum hava dagført upplýsingarnar í gamla yvirlitinum, eru summar av hesum upplýsingum rættiliga gamlar, misvísandi ella beinleiðis skeivar.
Limaskapur
Hvør kann gerast limur?
Rætt til at gerast limur í Rithøvundafelag Føroya hava tey, ið hava skrivað bók á føroyskum ella á annan hátt starvast sum rithøvundar.
Er ivi um upptøkurætt, verður málið avgjørt av stjórn felagsins.
Hvussu gerst ein limur?
Nýggir limir kunnu tekna seg við at senda felagnum ein teldupost til rit@rit.fo ella ringja á 224090.
Hvat kostar tað at vera limur?
Limagjaldið er 500 kr. árliga og fellur til gjaldingar 1. februar umvegis Fastgjaldsskipanina hjá Elektron.
Hví skal ein gerast limur?
Sum limur stuðlar tú undir uppgávuna hjá felagnum at virka fyri áhugamálunum hjá føroyskum rithøvundum og verja rættindi teirra.
Eru aðrir ágóðar við limaskapi?
Sum limur hevur tú atgongd til limatiltøk, fundir og annað virksemi hjá felagnum, og tú fært eisini regluliga kunning um stuðulsmøguleikar, skeið og annað viðkomandi.