Skrivihølið í Hans Andriasar húsi
Skrivihølið í Hans Andriasar húsi
Her sært tú, nær skrivihølið hjá Rithøvundafelagnum í Hans Andriasar húsi er tøkt. Skriva teg upp til skrivihølið við at senda felagnum eini boð á rit@rit.fo.
Tú kanst skriva teg upp til í mesta lagi tvær vikur í senn. Um ongin annar hevur skrivað seg upp, móti endanum av tíðarskeiðnum, ber til at leingja í tvær vikur.
Skrivihølið í Hans Andriasar kann bara brúkast um dagin, og bara av limum í Rithøvundafelagnum. Um náttina er húsið stongt, og tað er ikki loyvt at vera í húsinum tá.