Rithøvundafelagið í Hans Andreasar Hús

7.03.2021 | Tíðindi

Fyri jól undirskrivaði Rithøvundafelag Føroya leigusáttmála við Tórshavnar kommunu. Felagið hevur nú fingið innivist í tveimum hølum á loftinum undir Pisuvarða 2. Hetta er í húsunum, sum hjúnini Hans Andrias og Petra Djurhuus búðu í – vanliga nevnd Hans Andriasar hús.

Leigusáttmálin merkir, at Rithøvundafelagið fær egin hølir til fundar- og skrivastovuvirksemi, samstundis sum at limir felagsins kunnu søkja um at hugsavna seg um egið skrivivirksemi í einum kamari á syðra enda á loftinum.

Onnur feløg halda eisini til í teimum søguligu húsunum. Meginfelag Áhugaleikarafelag (MÁF) hevur skrivstovu á 1. Hædd, meðan Leikarafelag Føroya hevur skrivstovu á loftshæddini saman við Rithøvundafelagnum.

Eisini tekur Tórshavnar Býarsavn sær av at varðveita tað søguliga í húsunum – eitt nú ‟Góðastova”. Í Góðustovu eru fleiri forvitnisligir lutir hjá Hans Andriasi Djurhuusi at síggja – eitt nú pípur, hattur og frakki.

Leigusáttmálin er galdandi fram til árslok 2025.