Nýggja nevndin farin til verka

26.05.2023 | Tíðindi

Nevndin í Rithøvundafelag Føroya fekk eftir aðalfundin 25. mars 2023 tríggjar nýggjar limir, og eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis:

Rakel Helmsdal, forkvinna, Sámal Soll, næstformaður, Bergur Rasmussen, kassameistari, Dania O. Tausen, nevndarlimur, og Oddfríður M. Rasmussen, nevndarlimur. Oddfríður tók sum fyrstvaldi tiltakslimur við, eftir at Arnbjørn Ó. Dalsgarð tók seg úr nevndini fyri at virka sum skrivari felagsins. Hin tiltakslimurin er Ingun Christensen.

Á myndini síggjast frá vinstu: Arnbjørn, Oddfríður, Rakel, Bergur, Dania og Sámal.

Foto: Sirius Jógvansson Helmsdal

 

 

Skráin fyri upplestrargonguna er henda:

15.00: Boysensgarður: Beinir Bergsson og Rannvá Haldisdóttir Glerfoss

15.30: Gamli kirkjugarður undir Svínaryggi: Oddfríður Marni Rasmussen og Rakel Helmsdal

16.00: Viðarlundin –  við standmyndina av Tariru: Marjun Syderbø Kjelnæs og Jóanes Nielsen

16.30: Garðurin hjá Hans Andreas Djurhuus: Kim Simonsen og Vónbjørt Vang

Vónandi møta nógv í góðum ólavsøkuskaldskaparhýri.