Nevndin hevur skipað seg
Vónbjørt Vang er nýggj forkvinna fyri Rithøvundafelag Føroya. Hon tekur yvir eftir Sissal Kampmann, sum hevur verið forkvinna síðan 2020. Vónbjørt er ikki óroynd í sessinum, tí hon var eisini forkvinna felagsins frá 2015-20.
Nevndin hevur annars skipað seg soleiðis, eftir aðalfundin, sum varð hildin 6. apríl:
- Vónbjørt Vang, forkvinna
- Sissal Kampmann, næstforkvinna
- Arnbjørn Ó. Dalsgarð, skrivari
- Bergur Rasmussen, peningarøkil
- Anna Malan Jógvansdóttir, nevndarlimur (í farloyvi)
Tiltakslimir eru:
- Oddfríður M. Rasmussen
- Høgni Mohr