Lógir felagsins

Rithøvundafelag Føroya

Samband

Rithøvundafelag Føroya

Samband

Lógir Rithøvundafelags Føroya

Navn felagsins

§1 Navn felagsins er Rithøvundafelag Føroya.

Endamál felagsins

§2 Endamál felagsins er at savna føroyskar rithøvundar um felags áhugamál og at verja rættindi teirra eins og at virka fyri at føroyskar bókmentir fáa betri vakstrarvánir.

Limir felagsins

§3 Rætt til at gerast limir í hesum felagi hevur hvør maður ella kvinna, ið skrivar bøkur á føroyskum máli ella á annan hátt starvast sum rithøvundur. Er ivi um upptøkurætt, verður málið avgjørt av stjórn felagsins. Noktar stjórnin nøkrum upptøku, ella heldur hon, at limur eigur at fara úr felagnum, skal hon leggja málið fyri ársaðalfund ella eykaaðalfund, ið avger málið endaliga við vanligum meiriluta av greiddum atkvøðum.

Aðalfundurin

§4 Ársaðalfundurin verður hildin í fyrsta ársfjórðingin og boðaður limunum skrivliga 14 dagar frammanundan. Ársaðalfundarskrá skal vera:

1.Frágreiðing frá farna árinum

2.Grannskoðaður roknskapur til góðkenningar

3.Stjórnarval

4.Grannskoðaraval

5.Ymiskt

Eykaaðalfundur

§5 Eykaaðalfundir verða hildnir, táið stjórnin heldur tað vera neyðugt, ella helvtin av øllum limunum krevur tað til tess at viðgera felagsmál, ið greiniliga má tilskilast í fundarboðunum, sum verða givin á sama hátt og sið somu freist sum til ársaðalfundar.

Viðtøkuføri

§6 Aðal- og eykaaðalfundirnir hava hægsta vald í felagnum, og lógliga lýstir sum sovorðnir eru teir viðtøkuførir, sama hvussu nógvir limir á fundi eru. Á fundi ræður meirilutin av greiddum atkvøðum. Standa atkvøðurnar á jøvnum fellur uppskotið niður. Sbr. tó §7.

Broyting og avtøka

§7 Til tess at broyta §§2 og 3 í hesi lóg og til at taka felagið av krevst at ¾ av limunum eru umboðaðir á fundi og ⅔ av greiddum atkvøðum eru fyri lógarbroytingini ella avtøkuni.

Fundarstjórn

§8 Á hvørjum aðalfundi verður, tað fyrsta hann er settur, valdur fundarstjóri, ið ger av øll ivamál honum viðvíkjandi. Limir hava rætt til at umboða aðrar við skrivligari fundarfulltrú. Atkvøðugreiðsla skal vera skrivlig, táið nakar krevur tað.

Stjórnin

§9 Felagið verður stýrt av eini fimm manna stjórni. Stjórnarlimirnir verða valdir fyri 2 ár í senn, tó soleiðis, at tveir av teirri fyrst valdu stjórnini fara frá á fyrstkomandi ársaðalfundi, um neyðugt við lutakasti. Síðan fara 3 stjórnarlimir frá annaðhvørt og 2 annaðhvørt ár. Afturval loyvist. Á hvørjum ársaðalfundi verða 2 tiltaksstjórnarlimir valdir.Aftan á hvønn ársaðalfund skipar stjórnin seg av nýggjum við formanni, næstformanni og kassameistara.Stjórnin ræður sjálv fundum sínum og starvi innanfyri tað mark, sum felagslóg ella aðalfundarsamtykt setur, og hevur tó ikki rætt til at leggja peningabyrður á limir felagsins ella ráða yvir peningaognum tess, øðrvísi enn til vanligan felagsrakstur, uttan serliga heimild frá einum til tess lýstum aðalfundi.

Felags sáttmálagerðir

§10 Felagið kann fyri at verja rættindi limanna gera avtalur við stovnar, myndugleikar ella aðrar nýtarar um reglur og treytir fyri nýtslu av verkum, sum limir felagsins eiga upphavsrættin til. Hesar avtalur eru bindandi fyri limirnar.Felagið kann umsita hesar avtalur, ella tað kann lata umsitingina av teimum til serstakan stovn ella umsitingarfelag. Tær felags sáttmálagerðirnar og umsitingin av teimum skal tó ongantíð forða limi fyri at nýta sín rætt til at nokta, at verk hansara, ella partur av tí, verður nýtt uttan við hansara loyvi í hvørjum einstøkum føri.

Vanligir felagsfundir

§11 Tað liggur á stjórnini at fyrireika slíkar vanligar felagsfundir har andalig, helst bókmentunarlig evni verða havd á loft í røðu, upplestri ella orðaskifti. Slíkir fundir limunum sjálvum til menningar eiga at verða boðaðir øllum limunum í so góðari tíð sum til ber.

Fundarbókin

§12 Allir fundir, sum felagið ella stjórn tess heldur, eiga at verða til skjals í fundarbók felagsins eins og alt áhugavert, ið á fundunum varð umtalað og avgjørt.Aftan á aðalfundin skriva fundarstjórin undir fundarbókina, aftan á stjórnarfund skriva allir teir stjórnarlimir undir, sum á fundinum vóru, um ikki serligur frásøgumaður varð valdur á fundinum.

Limagjald

§13 Limagjaldið, ið verður ásett og kann broytast á aðalfundi ella eykaaðalfundi, verður goldið, tá ið tað verður kravt.

Soleiðis samtykt á stovnandi aðalfundi tann 24. mars 1957 við uppískoyti (§10) á aðalfundi tann 26. mars 1982.

Rithøvundafelag Føroya

Undir Pisuvarða 2

FO-100 Tórshavn

Føroyar

Telefon +298 224090

T-postur rit@rit.fo

Facebook (almenn síða)

Facebook (limasíða)