Dania O. Tausen

Portrett: Oddfríður Marni Rasmussen

Lýsing:

Dania O. Tausen (1998) er yrkjari og tónleikari av Toftum. Hon er útbúgvin í ritlist og arbeiðir hjá plátufelagnum Tutl. Hon hevur verið virkin í Havnar Jazzfelag og Rithøvundafelagnum, har hon frá 2022-2025 skipaði fyri yrkingaupplestrum í Sirkus. Dania fekk Ebbu-virðislønina í 2024 og vann tónleikavirðislønina FMA fyri ársins fløgu í 2023. Síðani 2019 hevur hon útgivið tónleik við m.a. Aggrasoppum, og útgav sítt fyrsta yrkingasavn, Skál, í 2020 saman við heimildarfilminum við sama heiti.​


Samband:

📧

 

dania.tausen@gmail.com
📞  
🌐  
   

Yrkingasøvn

Perma: Upp eftir enda - Oddfríður M. Rasmussen

Skál

Prosayrking
Kápa: Kirstin Helgadóttir og Dania O. Tausen
Útgávuár: 2020
Forlag: Sprotin
ISBN 978-99972-1-406-5
Týðingar: danskt, enskt

 

 

Aðrar útgávur

Yrkingar:

fleiri yrkingar – Ritlist I: Antologi, Eksil 2021

fleiri yrkingar – DISKO!F – Eplaástøðið endurskoðað, Nordatlantens Brygge 2021