Føroyskar fylgivørur á BogForum 2010

10.11.2010 | Tíðindi

Aftur í ár verða føroyskar bókmentir umboðaðar á bókastevnuni BogForum í Keypmannahavn, og eins og undanfarnu ár eru tað forlagið Torgard við Hugini Eide og Bókamiðsølan og Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum hava ein felags bás á stevnuni. Á básinum ber til at ogna sær føroyskar bøkur bæði á føroyskum og á donskum.

Bókamiðsølan og Bókadeildin standa fyri tí føroyskt mælta partinum á bókastevnuni og forlagið Torgard fyri tí dansktmælta.

Torgard hevur síðani byrjan fyri 2½ ári síðani givið út danskar týðingar av skaldsøgum og yrkingum um hjá Jóanesi Nielsen, Gunnari Hoydal, Sólrún Michelsen, Jógvani Isaksen og Carl Jóhan Jensen umframt barnabókum hjá Rakel Helmsdal og Bárði Oskarsson.

Mestsum allar útgávurnar hava fingið góð ummæli í donsku bløðunum og á donskum internetsíðum. Umframt bøkur hevur forlagið eisini dvd-fløgur við filmum hjá Katrini Ottarsdóttir í sínum katalogi.

Allar útgávur forlagsins fáast til keyps á BogForum – við dyggum avsláttri.

Og í ár hevur forlagið ikki bara bøkur og filmar at bjóða, men eisini “merchandise”.

Jóanes Nielsen-skelti
Yrkingarnar hjá Jóanesi Nielsen ýða við vælsitandi “slagorðum” ella one-liners, og hetta hevur givið forlagnum hugskotið at gera bringuskelti (badges) við sitatum úr yrkingum hjá Jóanesi Nielsen, bæði átrúnarlig sitat sum “Gud er batteriet i dildoen” og poetisk sum “Poesi stopper huller i blæsten”. Sniðgevi er Høgni Egholm Magnussen, ið eisini hevur gjørt kápur til tær flestu bøkurnar hjá forlagnum.

T-shirt við skrímslum
Til BogForum í ár hevur forlagið eisini fingið prentað eina t-shirt við teimum báðum væl umtóktu skrímslunum úr myndabókarøðini hjá Rakel Hemsdal o.fl. um Stóra Skrímsl og lítla skrímsl. Torgard hevur givið út 4 av bókunum í røðini. Tær eru sera væl umtóktar, ikki bara í Føroyum og Danmark, men eisini “úti í verðini”. Tær eru higartil givnar út í Føroyum, Íslandi, Svøríki, Danmark, Finnlandi, Fraklandi og Spania. T-troyggjan hjá Torgard er fyrsta.

Bæði bringuskelti og t-troyggja verða at fáa á BogForum. Stevnan er komandi vikuskifti, fríggjadag 12. november til sunnudag 14. november í Forum í Keypmannahavn, allar dagar kl. 10-18.