Bókmentavirðislønir M.A. Jacobsens 2010
Hósdagin 30. oktober vórðu ársins M.A. Jacobsens virðislønir frá Tórshavnar Býráð lætnar í Müllers Pakkhúsi í Havn.
Rógvi Mouritsen fekk virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir fyri bókina ”Fiskar undir Føroyum”.
Tóroddur Poulsen fekk virðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2010 fyri yrkingasavnið ”Útsýni”.
Bjørki Geyti fekk virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2010 fyri Føroya Sjósavn.
Janus á Húsagarði fekk barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 2010 fyri m.a. bøkurnar um Mosamolis og Mosalisu.
Jensina Olsen fekk barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 2010 fyri tað serliga, hon hevur givið børnunum í tónleiki og sjónleiki.
Rithøvundafelagið ynskir teimum øllum hjartaliga tillukku!