Ritsalon á Faroe Islands Literature Festival

14. februar 2025 · Rithøvundafelag Føroya
Ritsalonin hendan mánaðin verður í Gallarí Havnará fríggjakvøldið 28. februar kl. 21.
Í døgunum 26. februar til 1. mars sær ein nýggjur bókmentafestivalur dagsins ljós í Føroyum: Faroe Islands Literature Festival. Í hesum sambandi hevur Rithøvundafelagið, í samstarvi við festivalin og Gallarí Havnará, boðið sjey yrkjarum at lesa upp egnar yrkingar á mánaðarligu ritsalonini.
Yrkjararnir eru: Johan Jönson (Svøríki), Marjun Syderbø Kjelnæs, Naja Maria Aidt (Danmark), Jóanes Nielsen, Nansý Sunadóttir, Trygvi Danielsen og Beinir Bergsson.
Vit gleða okkum at síggja øll, bæði limir í Rithøvundafelagnum og øll onnur, til eitt hugnaligt kvøld við Havnará.