Aðalfundurin 2023
24. februar 2023 · Rithøvundafelag Føroya
Ársaðalfundurin 2023 hjá Rithøvundafelag Føroya verður í Hans Andriasar húsi, Undir Pisuvarða 2, leygardagin 25. mars kl. 17.
Skráin verður sambært viðtøkum felgasins.
Fundarskrá:
- Formansfrágreiðing frá farna árinum
- Grannskoðaður roknskapur fyri árið 2022 til góðkenningar
- Nevndarval. Tríggir nevndarlimir standa fyri vali
- Tiltakslimir. Val av tveimum tiltakslimum
- Grannskoðaraval
- Innkomin mál
Uppskot til viðgerðar skulu vera felagnum í hendi skrivliga í seinasta lagi eina viku frammanundan aðalfundin.