|
|
|
|
|
Føroysk sálmaløg í Dómkirkjuni26-11-2012
Mikukvøldið 28. november kl. 19.00 verður sangløta í Dómkirkjuni í sambandi við, at nýggja lagbókin Føroysk sálmaløg verður løgd fram.
Í bókini eru 65 løg, sum Knút Olsen hevur gjørt til sálmar og týðingar eftir Petur Jacob Sigvardsen. Teirra millum eru 53 løg, ið eisini kunnu verða nýtt til nógvar sálmar í Gerðabøkurnar hjá Rithøvundafelagnum 1957-200326-11-2012 Nógv hava áhuga í at síggja hvat ið er farið fram í Rithøvundafelag Føroya síðan tað varð stovnað í 1957. Gerðabøkur felagsins eru á Landsbókasavninum, og har ber til hjá áhugaðum at lesa tær. Hjá mongum liggur hetta tó ikki so væl fyri, og tí hava vit nú fingið tær skrivaðar av, og verða tær lagdar &uacu
Skakandi tilburðir 723-11-2012 Sjeynda bókin í røðini Skakandi tilburðir, er komin út.
Í bókini eru 15 frásagnir, alt frá omanlopum og kavaroki til brennadi skip og flýggjan undan gosfjøllum. Talan er um veruligar hendingar, sum eru fortaldar av føroyingum.
Frásøgufólkini eru úr Hósvík, Hellunum, Sumba, Miðvági, Klaksvík, Skopun, Viðareiði, Nes/Eysturoy, Kollafirði, V&aa Bókadagurin hjá Rithøvundafelagnum 201219-11-2012 Bókadagurin er tiltak hjá Rithøvundafelagi Føroya, har ljós verður varpað á føroyskar bókmentir. Tiltakið verður sunnudagin 25. november, seinnapartin, í Norðurlandahúsinum.
Skráin til ársins bókadag er fjølbroytt og vendir sær til bæði børn og vaksin, við upplestrum, myndasýningum, sangi og sjónleiki. Umboð fyri bókasøl Aðalfundur11-11-2012  Ársaðalfundur Varðans verður týsdagin 20. nov. 2012 kl. 16:00 hjá NOTA, Hoyvíksvegur 5, Tórshavn.
Fundarskrá:
- Frágreiðing frá yrki felagsins í farna árinum
- Roknskaparframløga fyri árini 1998 til og við 2011
- Val av nevnd og tiltaksmanni
- Val av roknskapargrannskoðara og tiltaksmanni
- Ymiskt
Tórshavn 6. nov. 2012
Bókmentafelagið Varðin Búdeplar til listafólk07-11-2012 Nú tað stundir til nýtt umsóknarumfarð til búdeplar til listafólk er vert at varpa ljós á henda møguleikan enn einaferð. Enn er ikki heilt greitt nær freistin at søkja er, men á heimasíðuni hjá Kulturkontakt Nord stendur hetta: I slutet av 2012 öppnas en ny ansökningsrunda för 2013-2014.
Her er leinkja til teir búdeplar í Norðurlondum og Baltikum, ið eru NORÐURLENDSK BARNA- OG UNGDÓMSBÓKAHEIÐURSLØN01-11-2012 Norðurlandaráðið hevur í dag samtykt, at í framtíðini skal ráðið eisini lata eina norðurlendska barna- og ungdómsbókaheiðursløn.
Í nøkur ár hava norðurlendsku mentamálaráðharrarnir arbeitt við at stovnseta eina norðurlendska barna- og ungdómsbókaheiðursløn, sum líkist hinum heiðurslønunum, sum Norðurlandar&aacut Viðgitin russiskur høvundur í Føroyum16-10-2012 Tað er sjaldan, at heilt víða gitnir høvundar vitja Føroyar, men í næstu viku verður ein av teimum mest umrøddu russisku høvundunum í løtuni - Mikhail Sjisjkin - í Havn.
Høvið er, at bók hansara Brævabókin, ið er farin um allan heim, kemur út á føroyskum í næstu viku. Høvundurin helt tað vera so sjáldsamt, at verkið kemur &ua Frankfurter Buchmesse givið úrslit14-10-2012 Seinnapartin í dag endar Frankfurter Buchmesse, har 5 føroysk forløg - Bókadeild Føroya Lærarafelags, Nám, Sprotin, Fróðskapur og Mentunargrunnur Studentafelagsins – seinastu 5 dagarnar hava verið umboðað við stórum bási.
Tey føroysku umboðini eru sera væl nøgd við luttøkuna. Útlendingar hava víst stóran áhuga fyri føroyskum b&oacut Føroyar við á heimsins størstu bókamessu10-10-2012 Ársins stóra bókamessa í Frankfurt letur upp í dag mikudagin 10. oktober, og Føroyar eru umboðaðar við stórum bási. Tað eru Mentamálaráðið, Norðurlandahúsið, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám, sum seinastu 2 árini hava samstarvað um hetta átakið við tí endamáli at gera føroyska bókaútgávu sj&
<
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
>
|
|
|
|
|
|