|
|
|
|
|
Umsóknarfreistir17-01-2013

Flytføristuðul
• Flytføri fyri einstaklingar: 09.01.2013 - 06.02.2013, Mobilitetsstöd
• Netverksstuðul: 30.01.2013 - 27.02.2013, Kortvarigt nätverksstöd
• Stuðul til búdeplar: 04.09.2013 - 02.10.2013, Långvarigt nätverksstöd
GG: Ikki ber til at søkja um stuðul til búdeplar til verkætlanir í 2013 og 2014.
Stuðul til Mentan og List
• Framleiðsluvirksemi Virðislønir Landsins 201216-01-2013 Virðislønir Landsins fyri 2012 vóru handaða 15. januar í í Spaniastovu í Klaksvík.
Tóroddur Poulsen, yrkjari og listamaður, fekk Mentanarvirðisløn Landsins 2012. Í yrkingum hansara síggja vit ein á føroyskum áður ósæddan hug og evni at geva kendum orðum nýggjar vendingar og samansetingar. Tóroddur er undangongumaður at skriva postmodernistiskar Jólaheilsan22-12-2012 Góðu tit, limir felagsins.
Vindurin ýlir um húsahorn. Træverkið ríkur og knarrar. Útsýnið gjøgnum vindeygað er darvað av regni, salti og dusti. Strandferðslan hevur avlýst fleiri túrar vegna veður. Einki jólaligt!
Men í stovuni stendur jólatræið prýtt við stjørnum, ljósum og einglum. Á toppinum trónar ljósareyða sp&iac Jóanes Nielsen skrivar søgu19-12-2012 Nýggjasta skaldsøgan hjá Jóanesi Nielsen, "Brahmadellarnir", kemur nú út á einum av heimsins størstu forløgum, altjóða forlagið Random House.
Við avtaluni skrivar Jóanes Nielsen søgu, tí hetta er størsta forlag nakrantíð, sum gevur út bók eftir føroyskan rithøvund.
Brahmadellarnir er ein ættarsøga, sum fevnir um 250 ár.
J&o Málráðið er mannað19-12-2012 Málráðið hevur sum endamál at røkja, menna og verja føroyska málið, at vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum, og at áseta føroyska stavseting.
Málráðið gevur landsstovnum og almenninginum vegleiðing, ráð og upplýsing um føroyskt í talu og skrift. Almennir myndugleikar eiga í størst møguligan Føroysk sálmaløg í Dómkirkjuni26-11-2012
Mikukvøldið 28. november kl. 19.00 verður sangløta í Dómkirkjuni í sambandi við, at nýggja lagbókin Føroysk sálmaløg verður løgd fram.
Í bókini eru 65 løg, sum Knút Olsen hevur gjørt til sálmar og týðingar eftir Petur Jacob Sigvardsen. Teirra millum eru 53 løg, ið eisini kunnu verða nýtt til nógvar sálmar í Gerðabøkurnar hjá Rithøvundafelagnum 1957-200326-11-2012 Nógv hava áhuga í at síggja hvat ið er farið fram í Rithøvundafelag Føroya síðan tað varð stovnað í 1957. Gerðabøkur felagsins eru á Landsbókasavninum, og har ber til hjá áhugaðum at lesa tær. Hjá mongum liggur hetta tó ikki so væl fyri, og tí hava vit nú fingið tær skrivaðar av, og verða tær lagdar &uacu
Skakandi tilburðir 723-11-2012 Sjeynda bókin í røðini Skakandi tilburðir, er komin út.
Í bókini eru 15 frásagnir, alt frá omanlopum og kavaroki til brennadi skip og flýggjan undan gosfjøllum. Talan er um veruligar hendingar, sum eru fortaldar av føroyingum.
Frásøgufólkini eru úr Hósvík, Hellunum, Sumba, Miðvági, Klaksvík, Skopun, Viðareiði, Nes/Eysturoy, Kollafirði, V&aa Bókadagurin hjá Rithøvundafelagnum 201219-11-2012 Bókadagurin er tiltak hjá Rithøvundafelagi Føroya, har ljós verður varpað á føroyskar bókmentir. Tiltakið verður sunnudagin 25. november, seinnapartin, í Norðurlandahúsinum.
Skráin til ársins bókadag er fjølbroytt og vendir sær til bæði børn og vaksin, við upplestrum, myndasýningum, sangi og sjónleiki. Umboð fyri bókasøl Aðalfundur11-11-2012  Ársaðalfundur Varðans verður týsdagin 20. nov. 2012 kl. 16:00 hjá NOTA, Hoyvíksvegur 5, Tórshavn.
Fundarskrá:
- Frágreiðing frá yrki felagsins í farna árinum
- Roknskaparframløga fyri árini 1998 til og við 2011
- Val av nevnd og tiltaksmanni
- Val av roknskapargrannskoðara og tiltaksmanni
- Ymiskt
Tórshavn 6. nov. 2012
Bókmentafelagið Varðin <
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
>
|
|
|
|
|
|