|
|
|
|
|
Bókadagar 2016 og heiðursløta21-11-2016
Í døgunum 25.-27. november verður Norðurlandahúsið karmur um árliga tiltakinum við kjaki, framsýningum, bókasølu og nógvum øðrum spennandi fyri allar aldursbólkar – alt við støði í skrivaða orðinum.
Bókadagarnir eru eitt samstarv millum Norðurlandahúsið, Rithøvundafelagið og føroysku útgávufeløgini og eru ætlaðir viðurkendum eins væl og spírandi høvundum úr Føroyum og norðurlondum, tíðindafólki og øllum, ið hava hug at skriva og lesa.
Leygardag 26. nov. kl. 13.00 bjóðar Sif Gunnarsdóttir, stjóri & Carl Jóhan Jensen vælkomin og aftaná tað verður heiðursløtu.
Rithøvundafelagið fer á Bókadøgum 2016 at heiðra ein teirra, sum hevur havt serliga stóran týdning fyri føroysk listafólk og ikki minst fyri rithøvundar.
Óendalig vera - framløga í Sjónleikarhúsinum 21/620-06-2016 Handritið til skaldsøguna Óendaliga vera eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs vann Bókhandlaravirðislønina í 2015, og tann 21. juni kemur bókin út.
Í tí sambandi verður bókarframløga í Sjónleikarhúsinum týsdagin 21. juni kl. 17.
Umboð fyri Bókhandlarafelagið og Bókadeild Føroya lærarafelags bjóða vælkomin.
Búi Dam fer at syngja nakrar sangir.
Eilen Anthoniussen fer at hava samrøðu við Marjuna S. Kjelnæs um skaldsøguna.
Tilverutankar - nýggj bók hjá David Johannesen20-06-2016 Nýggj bók er komin út. Tað er bókin, Tilverutankar. Stuttsøgur og hugleiðingar. Í bókini eru 6 stuttsøgur og nakrar hugleiðingar. David Johannesen, prestur hevur skrivað. Tað er Forlagið Vón í Miðvági, sum gevur út. Aðalfundur í Rithøvundafelagnum17-04-2016 Rithøvundafelagið heldur aðalfund á Lutzenstrøð 4, hósdagin, 21. apríl kl. 16.30. Skrá sambært lógum felagsins. Aftaná aðalfundin bjóðar felagið ábit. Tveir limir standa fyri vali. Heimasíðan verður nú aftur dagførd16-02-2016 Eftir longri steðg hava vit nú aftur fingið lív í heimasíðuna.
Her fara nú at koma reglulig tíðindi, sum vónandi eru viðkomandi hjá føroyskum rithøvundum og týðarum.
Er okkurt, tú heldur hava áhuga, hoyra vit gleðiliga frá tær á rit@rit.fo
Upplýsingar um ársaðalfunid og ársveitslu koma í næstum.
Lutherbókin26-06-2015 Lutherbókin eftir Svend Lerfeldt er komin út á føroyskum Lutherbókin, Luthers lív og tankar lýstir við sitatum úr verkum hansara, er komin út á føroyskum. Tað er David Johannesen, prestur, sum hevur týtt bókina, og Forlagið Vón í Miðvági gevur út. Bókin er 256 blaðsíður til støddar og er at fáa í bókabúðunum. Tíðindaskriv03-06-2015 Ludvík á Brekku nýggju formaður í Rithøvundafelagnum ...Á ársaðalfundi hjá Rithøvundafelagnum, ið varð hildin á Háskúla Føroya, 18. mars 2015, varð nýggj nevnd vald. Nevndin hevur síðan skipað seg og nýggjur formaður í felagnum er Ludvík á Brekku. Ludvík á Brekku (f.1985) er havnarmaður. Fæst við at skriva skaldskap á bundnum og óbundnum máli. Eisini hevur hann fingist við málningalist og sýnt fram í Føroyum og DK. Hann skal á Listaháskóla Íslands í august at lesa BA og er valdur til formann í Føroya Rithøvundafelag, til hann fer úr Føroyum í summar, tá nýggjur formaður fer at taka við. Á fyrsta fundinum hjá nýggju nevndini í Rithøvundafelagi Føroya, skipaði nevndin seg soleiðis: Ludvík á Brekku, formaður, Vónbjørt Vang, næstformaður, Bergur Rasmussen, skrivari, Rói Patursson og Sissal Kampmann nevndarlimur. Tiltakslimirnir í felagnum eru: Gitte Klein og Helle Thede Johansen. Umframt at arbeiða víðari við at bøta um korini hjá føroyskum rithøvundum, fer nevndin eisini at skipa fyri ár Aðalfundarinnkalling05-03-2015 Við hesum verður mint á aðalfund felagsins, ið verður mikukvøldið
18. mars 2015 kl. 19:00
í Rasmussarstovu á Føroya Fólkaháskúla, Tórshavn.
Skrá:
1. Val av fundarstjóra
2. Frágreiðing frá farna ári
3. Grannskoðaður roknskapur til góðkenningar
4. Stjórnarval
a. Janus á Húsagarði og Marjun S. Kjelnæs standa fyri vali, hvørgin teirra stillar upp aftur. Sámal Soll hevur sitið í eitt ár, men má leggja frá sær av persónligum orsøkum.
b. Vónbjørt Vang, Ludvík á Brekku og Sissal Kampmann hava játtað at stilla upp
5. Grannskoðaraval
7. Ymiskt
Vónandi møta tit fjølment, so at vit fáa ein góðan fund.
Øll eru sjálvandi vælkomin at stilla upp.
Nevndin Bókadagar 2014 vera 20. - 23. november í Norðurlandahúsinum12-10-2014 Í sambandi við Bókadagarnar fer Rithøvundafelag Føroya aftur í ár at skipa fyri skeiðum í Norðurlandahúsinum. Í ár bjóða vit inn til tvær spennandi verkstovur: “Krimiskeið” við Jógvan Isaksen og “At skriva til film” við Elin Brimheim Heinesen. (sí skeiðslýsingar á www.bokadagar.fo)
Verkstovurnar vera báðar 21. og 22. nov frá kl 8.30 – 15.30. Skeiðsgjald er 750 kr. Við í prísinum er morgunkaffi, ábit á døgurða, fyrilestrar og atgongumerki til kvøldsetuna á Føroya Prent leygarkvøldið 23.nov. Limir í Rithøvundafelagnum gjalda einans 500kr. Melda til á rit@rit.fo
HOYMA Bókmentatiltak á G!15-07-2014

Forlagið Eksil skipar í ár fyri forkunnugum HOYMA bókmentatiltaki á G! Við eru kendir útlenskir høvundar sum Amalie Smith (Dk) og Jonas Rolsted (Dk) og føroyskir sum Marjun Syderbø Kjælnes, Sissal Kampmann, Trygvi Danielsen og Sámal Soll, ið fara at lesa upp og kjakast um bókmentir.
Byrjað verður klokkan 15 í húsunum hjá Vónbjørt Vang, Úti í Bø 14 í Syðrugøtu - har fyrireikarnir bjóða durasnaps og annað gott. Klokkan 15 gongur leiðin oman til Páll og Ranvør Isholm á Gróðarvegi 9.
Vegna fyriskiparnar
Kim Simonsen
&n <
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
>
|
|
|
|
|
|