|
|
|
|
|
Kulturkontakt Nord - freistir fyri 201210-01-2012  Freistirnar fyri at søkja um stuðul frá Kulturkontakt Nord í ár (sí niðanfyri) og onnur kunning eru at finna á heimasíðuni www.kknord.org.
Kulturkontakt Nord grunnurin er nú annars blivin ein partur av NIFIN, sum er norðurlendska instituttið í Helsinki, men enn snýr tað seg um eina fyrisitingarliga broyting, og alt fyrigongur seg annars sum vanligt.
Vóni, at síggja fleiri føroyskar umsøkjarar á listanum fyri 2012, og sum tit vita, so eru tit altíð vælkomin at venda tykkum til Norðurlandahúsið og til mín fyri at fáa nærri vegleiðing.
Gott stuðulsár! vinarligar heilsanir / kind regards
Urd Johannesen Varastjóri & projektleiðari / Project Manager urd@nlh.fo Tel: (+298) 223010
Norðurlandahúsið / The Nordic House
P.O.Box 1260 FO-110 Tórshavn Tel: (+298) 351 351 Email: nlh@nlh.fo www.nlh.fo
Mobilitets- och residensprogrammet
Mobilitetsstöd
Öppnas
|
Stängs
|
11.01.2012
|
09.02.2012
|
28.03.2012
|
18.04.2012
|
01.08.2012
|
29.08.2012
|
03.10.2012
|
31.10.2012
|
Kortvarigt nätverksstöd
Öppnas
|
Stängs
|
01.02.2012
|
29.02.2012
|
12.09.2012
|
10.10.2012
|
Långvarigt nätverksstöd
Hátíðarhald fyri William Heinesen í Norðurlandahúsinum03-01-2012
Sunnudagin 15/1 – 2012 kl. 16.00 – 18.00 skipar Plátufelagið Tutl, saman við Rithøvundafelagnum, fyri hátíðarhaldi á 112 ára – føðingardegnum hjá okkara mæta skaldi, tónaskaldi og fjølbroytta listamanni William Heinesen.
William Heinesen, ið livdi frá 1900 til 1991, gav út skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar, ið teljast millum alheimsbókmentirnar. Tekstirnir eru skrivaðir á donskum, men umsettir til nógv onnur mál, eisini føroyskt.
Plátufelagið hevði tætt samstarv við William Heinesen í 1980’unum. Trýggjar plátur vóru gjørdar við løgum hjá Kristian Blak til tekstir hjá høvundanum. William Heinesen myndprýddi húsarnar. Á hátíðarhaldinum verður tónleikaframførsla við upplestri av yrkingunum á plátuni: Den yderste Ø (Ytsta oyggin) frá 1981, ið Kristian Blak gjørdi løg til. Gunnar Hoydal hevur føroyskað yrkingarnar og Hans Tórgarð lesur yrkingarnar upp í hesi týðing. Yggdrasil stendur fyri tónleikinum og tónleikarir eru: Angelika Nielsen, violin, Kristian Blak, klaver, Heðin Ziska Davidsen, guitar og Mikael Blak, bass.
Harafturat fer Leikrit-høvundar í dátagrunn08-12-2011
Hevur tú skrivað eitt ella fleiri leikrit, so hevur tú kanska áhuga í hesum:
---
Hej færøske forfattere
Vi er i Danske Dramatikere ved at etablere en dansk/islandsk/grønlandsk dramadatabase.
Vi ville meget gerne have kontakt med færøske manuskriptforfattere (til både teater og film) for at spørge, om de har lyst til at være med i databasen.
Har I mulighed for at formidle en kontakt til de forfattere, som skriver til teater, film, TV og musikdramatik?
Med venlig hilsen
Nina Malinovski
---
Hevur tú hug at koma við í dátagrunnin, so er at skriva til: nina@malinovski.dk
Hanus Kamban í uppskoti til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina 201207-12-2011
Stuttsøgusavnið “Gullgentan” eftir Hanus Kamban er føroyska uppskotið til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina í 2012.
Í savninum endurnýggjar Hanus Kamban sítt frásøgukynstur við at lata tað trúliga og tað ótrúliga renna saman í tíggju hugfangandi søgur um vald og máttloysi, kærleika og harðskap. Orðavalið er sjáldsama neyvt og fjølbroytt, og søgurnar eru grundaðar á eina greiða, kritiska støðu til ráðandi politisk og mentanarlig rák í okkara tíð.
Hanus Kamban: Guldpigen. Noveller
Oversat til dansk af Kirsten Brix. Færøsk originaltitel: Gullgentan (2010)
Hanus Kamban (f. 1942) har i årtier været en markant del af det færøske kulturliv, og som forfatter, essayist og oversætter er han veletableret. Han udgav sin første novellesamling i 1980, har oversat bl.a. Shakespeare, Kafka, Joyce og Graham Greene, og han vakte i årene 1994-1997 stor interesse med sin tre bind store litterære biografi om den færøske digter J.H.O. Djurhuus (udgivet på dansk i to bind i 2001). Guldpigen er Hanus Kambans femte novellesamling, og med den indstilles han for anden gang til Nordisk Råds Litteraturpris.
Hanus Kambans noveller er i udgangspunktet re Bókacafé22-11-2011  Hóskvøldið 24. november kl. 19.30 verður bókacafé hjá Rit & Rák, í Baresso.
Hesa ferð leggja tey út við eini samrøðu millum Malan Marnersdóttir og Jóanes Nielsen, har Jóanes Nielsen fer at siga frá nýggju bók síni, "Brahmadellarnir".
Síðan sigur Uni Arge eitt sindur um greinasavn sítt "Framtíðin Kallar", og Páll Holm Johannesen fer at greiða frá bók síni "Tey sóu reytt".
At enda fer Kári Árting at siga eitt sindur um metsølulistan hjá Rit & Rák.
Millum innsløgini syngur Uni Arge.
Tiltakið er alment og ókeypis.
Laugesen og Teitur14-11-2011 Týskvøldið 15. nov. 2011 klokkan 21:00 fer danski rithøvundan, Peter Laugesen, at lesa upp í Sirkus Føroya.
Peter Laugesen hevur skrivð nógvar yrkingar, men hann hevur eisini skrivað sangtekstir. Millum annað til sangin "Syner", sum er við á fløgu, ið kom út í sambandi við 200-ára føðingardegnum hjá H. C. Andersen.
Tað er Teitur Lassen, ið syngur "Syner" á fløguni, og fer hann eisini at syngja á Sirkus týskvøldið.
Øll eru vælkomin Bókadagurin 201110-11-2011
Sunnudagin 13. november kl. 14.00 - 18.00 verður áliga bókadagin hjá Rithøvundafelag Føroya.
Skráin er fjølbroytt og áhugaverd, við góðum upprunaføroyskum tilfari, bæði til børn og vaksin. Umframt føroyskar rithøvundar luttaka eisini útlendskir gestir.
Ókeypis atgongd
Stað: Norðurlandahúsið
Kl. 14.00 Forlagið Fróðskapur og dansispøl, Klingran:
- Eivind Weyhe: Hentzesavn
- Andrea Susanne Opielka: Danse og sanglege på Færøerne
- Dansifeløgini í Nólsoy, á Sandi og í Vágum framføra dansispøl
- Felagsdansur: Fruntatáttur
Kl. 15.00 Barnabókatiltak, Dansistovan:
- Rakel Helmsdal : Veiða vind
- Oddvør Johansen: Hin klóka æðan
- Edvard Fuglø: Vampýrella, Eyð Matras lesur
- Helle Thede Johansen: Vinurin
Kl. 15.45 Rithøvundasamrøða, Forhøllin
- Jóanes Nielsen og Peter Laugesen um at arbeiða saman og um Smukke fejltagelser
- Suni Merkisstein tosar við rithøvundarnar.
Kl. 16.20 Upplestur, yrkingar, Forhøllin:
- Katrin Reinert: Kringvindar
- Vagnur Streymoy: 5,8 % av dupultmorali
- Oddfríður M. Rasmussen: Blómugrót
- Gestaupplesari: Peter Laugesen
Kl. 17.15 Skaldsøgur og stuttsøgus Svenskt mentanartiltak í Norðurlandahúsinum03-11-2011 Sunnudagin tann 20. november (eina viku eftir Bókadagin 2011) verður yrkinga- og tónleikaframførsla við skaldskapinum hjá svenska yrkjaranum Tomas Transtrømer, ið vann Nobelheiðurslønina í bókmentum 2011 - sum fyrsti norðurlendingur síðan 1974 - í Norðurlandahúsinum
Tiltakið byrjar kl 18:00 og varar til umleið kl 20:00
Tað verður Leif Olson, ið fer at bera yrkingarnar fram. Hann er vinmaður hjá Tomas Transtrømer og hevur lisið upp úr hansara skaldskapi bæði kring Svøríki og ymsa aðrastaðni í Evropa. Framførsluna kallar hann: "Diktlesning och musik. Dikter av Tomas Transtrømer, t.ex. ur hans diktsvit Østersjøar, med kommentarer. Musiken er vald dels med tanke på Transtrømers teman dels med hensyn till hans egna musikval."
Klaverleikarin Lars Hagglund spælir Frantz Liszt, og Bjørn J:son Lindh spælir egnar útsetingar av yrkingunum
Kostnaðurin er 100 kr fyri vaksin, og 50 kr fyri lesandi
(vinaliga berið yvir við vantandi svensku bókstavunum) Norsk sjónvarpsrøð tikin upp í Føroyum02-11-2011 Í 2009 vórðu upptøkur gjørdar í Føroyum til ta norsku sjónvarpsrøðina "Buzz Aldrin, hvar bleivst tú av í øllum ruðuleikanum?" eftir teirri sera vælumtóktu norsku skaldsøguni við sama heiti. Høvundin eitur Johan Harstad
Skaldsøgan um Buzz Aldrin snýr seg um Mattias, sum er føddur sama dag sum amerikanarir fóru upp á mánan í 1969. Unnusta hansara ger tað liðugt, og hann og ein vinmaður fara ein túr til Føroya at vera í eina tíð, har Mattias upplivir mangt og hvat
Hetta verður eisini eitt tíðarskeið, tá alt av álvara skramblar saman fyri Mattias. Ferðin til Føroya gerst ein langur roadmovie um hansara knústa hjarta og sinn, ein søga um at missa seg sjálvan burtur í ruðuleikanum, um rúmdina og Buzz Aldrin, Gjógv og Café Natúr, um svenskan popptónleik úr nítiárunum, og um Føroyar meinlíkt einum mánalandslagi
Men eisini um at minnast alt tað, sum er hent seinastu árini, tí hvussu finna vit nakra meining við tilveruni, tá alt rapar?
Tað stóð at lesa um hesa sjónvarpsrøð í føroyskum bløðum - Dimmalæt Bókadagur í Norðurlandahúsinum 13. november02-11-2011 Sunnudagin tann 13. novembur verður árligi bókadagurin hjá Rithøvundafelag Føroya. Tiltakið verður frá kl 14 til 18 í Norðurlandahúsinum. Skráin er fjølbroytt og áhugaverd, við góðum upprunaføroyskum tilfari, bæði til børn og vaksin. Umframt føroyskar rithøvundar luttaka eisini útlendskir gestir.
Fyrst á skránni er annar gesturin, sum greiðir frá um fyrstu bókaútgávuna um dansispøl í Føroyum, og aftaná koma dansifeløg at framsøra dansispøl.
Síðani verður barnabókatiltak, har lisið verður úr teimum nýggjastu føroysku upprunabókunum. Parturin til tey vaksnaru byrjar við rithøvundasamrøðu, har tosað verður við hin gestin, danska rithøvundan Peter Laugesen og Jóanes Nielsen um teirra samstarv um yrkingasavnið "Smukke fejltagelser". Eftir hetta lesa høvundar upp úr nýggjastu bókum sínum <
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
>
|
|
|
|
|
|